Tilfeingisgjøld kunnu elva til sosiala dumping

Tilfeingisgjøld í fiskivinnuni kunnu bæði elva til sosia dumping og til, t nógv arbeiðspláss í fiskivinnuni á landi, verða niðurløgd.

Tað heldur Eyðstein Djurhuus, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum.

Hann staðfestir, at Skipara- og Navigatørfelag er harðliga í móti, at gjøld verða áløgd fiskivinnuni.

- Vit óttast fyri, at hugburðurin hjá skipaeigarum kann skjótt gerast, at nú vit hava goldið tilfeingisgjaldið, so hava vit gjørt okkara skyldu mótvegis samfelagnum sigur hann, nú felagið hevur havt aðalfund.

Hann sigur, at fyri at fáa vinning av rakstrinum, kunnu reiðarar kenna seg noyddar at virka fiskin umborð við lágløntari útlendskari manning og tað fer at elva til sosiala dumping, og til at arbeiðspláss í fiskivinnuni á landi fara at hvørva.

Hann staðfestir, at fiskurin er okkara einasta náttúrutilfeingi av týdningi.

- Tí má allur fiskivinnupolitikkur verða grundaður á, at fiskivinnan má skapa umsetning og ringvirkningar í øllum samfelagnum.

Hann sigur, at verða hesi atilit tikin, fær land og fólk tað besta, sum kann røkkast, nevniliga økt virksemi og virðisøking.

- Tá er als ikki neyðugt við nøkrum tilfeingisgjaldið, sigur Eyðstein Djurhuus. Men higartil hevur lógin roynt at vart fiskastovnarnar við at forða fiskimanninum.

- Hetta er gjørt við at avmarka dagatalið, við tekniskum avmarkingum í reiðskapi, víðfevndum friðingum um allan landgrunnin.

- Allur okkara heimafloti er niðurpíndur av øllum handa avmarking so tað er onki er at undrast yvir, at skip hava givið hall í mong ár.

Hinvegin staðfestir hann, at Skipara- og Navigatørfelagið hava ongan áhuga í at varðveita ein alt ov stóran flota.

Men tað er avgerandi, at flotin er nóg stórur til at fáa sum mest burturúr tey góðu fiskiárini, men samstundis má hann eisini kunna yvirliva, tá veiðan av nátturugivnum umstøðum svíkur.