Tilfeingisgjald, Burðardygd, Marknaðarbúskapur

Fyrispurningur til Kaj Leo Johannesen, løgmann

Jógvan Sundstein
---------

Tað hevur altíð áhuga, tá ein floksformaður kemur við síni frágreiðing á einum flokslandsfundi. Ikki minst tá hesin floksformaðurin samstundis er stjórnarleiðari. Tí kundi eg hugsað mær at fingið nærri útgreinað nakrar útsagnir hjá løgmanni á seinasta landsfundi Sambandsfloksins.
Men áðrenn eg komi til sjálvar fyrispurningarnar vil eg gjarna endurgeva eitt sindur av tí, sum eg haldi meg minnast frá tíðini fyrst í nítiárunum, tá lógin um vinnuligan fiskiskap var tilevnað og samtykt.
Tá arbeiddi ein politiskur bólkur við uppskotinum. Eg haldi ikki, at eg minnist galið, at persónarnir vóru: John Petersen, Thomas Arabo, Henrik Old og Olaf Olsen. Lógin snúi seg um stýring av fiskivinnuni. Fyri at hetta kundi lata seg gera skuldi landsstýrið hava ávísar heimildir. Ein orðing mátti tí finnast, sum gav landsstýrinum hesar heimildir. Aftaná drúgva viðgerð funnu nevndu politikarar eina orðing, sum ljóðaði nakað soleiðis, at fiskatilfeingið var ogn Føroya Fólks. Umboðandi Føroya Fólk, kundi landsstýrið sostatt seta ymiskar stýringsreglur í gildi.
Orðingin var í sínum uppruna sostatt ætlað sum ein heimild hjá landsstýrinum at reka fiskivinnupolitikk og ikki, sum hon í nútímans dagliga politiska tjakinum verður brúkt og misbrúkt, at fordeila eitt ávíst tonsatal av fiskatilfeinginum til hvønn føroying.

Aftur til fyrispurningin
Nú er so nógv hent á politiska økinum seinastu dagarnar, men beinleiðis orsøkin til, at eg spyrji løgmann, er, at hann á landsfundi hjá Sambandsflokkinum proklamerar, at nú skal tilfeingisgjald setast í gildi. Hetta gjaldið skal samstundis tryggja okkum eina burðardygga fiskivinnu og tryggja okkum, at vinnan fær marknaðarbúskaparligar karmar.

Fyrispurningurin hjá mær er tí í fyrsta umfari:

1. Hvat tilfeingi snýr tað seg um ?
2. Hvat er definitiónin av tilfeingisrentu?
3. Hvat er definitiónin av tilfeingisgjaldi?
4. Um tilfeingisgjald verður gjøgnumført, er so høvuðsætlanin at útvega inntøkur til landskassan ella at betra um rentabilitetin hjá fiskivinnuni? Kunnu hesi sameinast?
5. Hvørji lond, sum vit kunnu samanbera okkum við, hava tilfeingisgjald av týdningi á fiskivinnuna, og hevur skipanin havt við sær ein “reform” av vinnuni í viðkomandi landi? (t.d. burðardygd, fríari marknaðarkreftir v.m.)
6. Nú haldi eg ikki, at løgmaður sjálvur hevur umrøtt so nógv skipanina við “tilfeingisbú”, men aðrir hava gjørt tað. Er ein slík uppboðssøla til gagns fyri virðisøkingina av føroysku fiskframleiðsluni? Ella á annan hátt fyri føroyska fiskivinnumhvørvið sum heild? Hvussu skal hon nágreiniliga skipast?

Viðmerkingar

Lat meg siga, fyri at eingin misfatan skal vera, at eg ynski alt tað besta fyri føroysku fiskivinnuna, og at hendan framhaldandi má mennast sum týdningarmesti grundvøllurin undir føroyska búskapinum. Tí haldi eg eisini, at fiskivinnulóggávan alla tíðina eigur at verða fylgd upp og dagførd. Lat meg eisini siga, at eg havi lisið arbeiðsskjal fyri Fiskimálaráðið frá 24.02.2011 um “Tilfeingisgjøld á fiskivinnuna”. Tað er upplýsandi, men inniheldur ikki nakað uppskot um “reform”.

Seinastu dagarnar havi eg nakrar ferðir hoyrt løgmann siga orðini: “Tað er ikki bara, bara.” Tað gevi eg honum rætt í. Tí eigur hann at ímynda sær heilt greitt, hvat hann vil, tá hann leggur upp til eina skipan við tilfeingisgjaldi og líknandi tiltøkum. Tí vænti eg eisini at fáa eina útgreinandi frágreiðing um mínar spurningar. So kunnu hansara ætlanir metast út frá svarinum.