- Tað er at fegnast um, at tað hevur eydnast at fiska makrelkvotuna upp.
Tað heldur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum.
Men hann heldur, at tað er óheppið, at 121 milliónir verða tiknar úr vinnuni og tað er enn meiri óheppið, at alt gjaldið fer í landskassan.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvussu Jan Højgaard heldur, at tilfeingisgjaldið eigur at verða markað til eftirløn til fiskimenn. Samrøðuna gjørdi Hilmar Jan Hansen.