Tilfeingisvinnurnar best møguligt avkast

Strategibólkurin um tilfeingi orðaði málið um tilfeingi í Føroyum soleiðis, at í 2015 geva tilfeingisvinnurnar best møguliga avkastið - samfelagsbúskaparligam, varandi

Tað var tað fyrsta, sum stóð í framløguni frá Tilfeingisbólkinum. Talan var um eina greiða framløgu, við nøkrum heilt ítøkiigum dømum um, hvussu vinnan skal verða skipað í 2015. Fýra setningar eru orðaðir, og eru teir at síggja aðrastaðni á síðuni.
Tilfeingið er landsins ogn og Føroya landsstýri umsitur tilfeingið. So greiðir vóru teir í strategibólkinum fyri tilfeingið.

Mugu klippa snórin
Stóri trupulleikin í føroyskum politikki í mun til onnur lond, er, at alt ov nógv tíð og orka fer við nationalistiska spurninginum, og tilfeingisvinnan ikki er stýrd av marknaðartreytum burturav, men eisini av almennum politiskum áhugamálum. Tað segði Herman Oskarsson, og hann helt, at vit mugu klippa strongin millum tilfeingisvinnuna og politisk áhugamál.

Keyparar er tað sum umræður
Í framløguni hjá strategibólkinum varð millum annað sagt, at í Føroyum verður alt ov nógv hugsað um, hvussu nógv arbeiðspláss eitt virki hevur. - Endamálið hjá fiskavirkjunum hevur verið, at skapa so nógv arbeiðspláss sum gjørligt. Í so máta er tað eydnast fantastiska væl. Men tað, sum er avgerandi fyri at eitt virki kann bera seg, er, hvussu høgt kundatalið er. Og tað verður tað als ikki hugsað um í nóg stóran mun í Føroyum.
Í hesum sambandi fall tosið inn á produktivitet, og um maskinan fór at avloysa arbeiðaran. - Her vísti Karla Einarsson á, at tað veruliga vóru fólk, sum ikki høvdu kundu læra ella høvdu hug at læra, og hon spurdi hvat fór at verða at teimum. Løgmaður, Jóannes Eidesgaard, var rungandi ósamdur við henni í hesum, og hann segði, at øll kunnu læra okkurt.
Sjónarmiðið hjá bólkinum var, at fá luttaka í tilfeingisvinnuni, men at framleidni fyri hvørja eind er sera høgt. Hetta kann ganga út yvir fjølbroytni í føroyska flotanum, varð víst á, og um so var, at so fá sum gjørligt skulu arbeiða í tilfeingisvinnuni, so merkir tað eisini, at vanligir útróðrarbátar ikki eru at síggja um nøkur ár, og hetta var ikki vællýtt av øllum.

Ikki størri játtan
Eitt, sum hevur afturvendandi á at kalla øllum hinum torgunum hevur verið, at meiri peningur má játtast. Hetta var tó ikki galdandi á visjónstorginum fyri tilfeingi, tí vinnan skal verða stýrd av marknaðartreytunum burturav, og skal hon verða leys av politiskum áhugamálum.
Endamálið er, at í 2015 er vinnuraksturin í tilfeingisvinnunum eyðkendur av fríari kapping, leysur av almennum forðingum fyri handli, íløgum og rakstrarhátti, uttan tá tað ræður um umhvørvisatlit. Rakstraravgerðirnar hjá teimum vinnurekandi vera avgerandi fyri úrslitinum, og øll tann dagliga umsitingin av tilfeinginum er "ikki-politisk". Og í 2015 er komið á mál við reguleringini av tilfeingisvinnunum, so at til ber hjá vinnurekandi at leggja varandi ætlanir.