Tilhaldið føðingardag

Á Grækarismessu 12. mars 2007 verður Tilhaldið í Tórsgøtu 9 ár. Samstundis verður nýumvalda 1. hædd í húsinum tikin í nýtlsu. Eldraráðið hevur eisini móttøku í sínum høli á 1. hædd

Skráin verður hendan. Eftir at Wanja Petersen, leiðari í Tilhaldinum, hevur boðið øllum at vera vælkomin, verður felagssangur við Knút Olsen við flyglið.         
Gestarøðari verður Jógvan Ósá, løgreglumaður. Eisini verður drekka og lagkøka.
 
Føðingardagurin verður hildin mánadagin 12. mars frá kl. 14.00 – 16.30
 
Opið hús fyri almenninginum. Øll eru hjartaliga vælkomin.