Tilnevning besti nýggi bólkur ella einstaklingur: Moby the pink pilot

Teir komu fram í summar, tá teir spældu á G! Mini. Herfyri vunnu teir nýggju, árligu tónleikakappingina FM08. Nú eru teir tilnevndir til planetina Ársins Besti Nýggi Bólkur. Moby the Pink Pilot eru Fróði Hansen á vokal og trummur, Bartal Augustinussen á gittara, Petur Háberg á bass og Mattias Kapnas á tangentar. Teir spæla eitt slag av Smashing Pumpkins inspireraðum garasjurokki og gera tað væl. Stílurin er gjøgnumførdur og framúr væl samanspældur. Bólkurin er eyðkendur fyri at levera sera orkuríkar framførslur, ið hava hugtikið mangan áskoðara seinastu tíðina, síðani teir staðfestu sínar tónlistarligu dygdir á G! Mini fyrr í ár.

Fyrr í hesum mánaðinum gjørdust teir vinnarar av nýggju tónleikakappingini FM08, sum varð hildin í Reinsarínum. Potentialið er har, og Moby the Pink Pilot kann gerast eitt navn, ið vit fara at hoyra nógv til framyvir.

 

Fyri at atkvøða fyri Moby the Pink Pilot send eini sms boð til 1930, við kotuni pla bn4.

Hvørt sms kostar 5 kr., og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Vodafone kunnu luttaka.

Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um fleiri góðar vinningar