Teitur hevur í fleiri ár verið mest markanta føroyska tónleikanavnið , nú eru onnur farin at gera um seg, og kappingin er tí hørð um heiðurin ársins føroyska tónleikanavn. Tey tilnevndu eru:
Boys In a Band pla bf1
Budam pla bf2
Guðrið Hansdóttir pla bf3
Sic pla bf4
Teitur pla bf5
Ein serliga útvald dómsnevnd hevur arbeitt við at tilnevna tey nøvnini, ið skulu býta tær 30 tilnevningarnar í millum sín. Hvør situr í dómsnevndini verður almannakunngjørt á Planet Awards tiltakinum, hetta er ikki tí, at nakað er at dylja um dómsnevndina, men bert fyri at geva henni arbeiðsfrið, til hon hevur atkvøtt endaliga.
Tú kanst vera við til at avgera vinnaran
Limirnir í dómsnevndini atkvøða hvør í sínum lagi millum tey fimm nøvnini, ið eru tilnevnd til hvørja planet, og teirra samlaðu atkvøður telja helmingin av endaliga úrslitinum.
Hin helmingin av úrslitinum gerl almenningurin av, við at atkvøða umvegis sms.
Fyri at atkvøða send eini sms boð til 1930, við koduni, ið stendur aftan fyri tað navnið, ið tú vilt atkvøða fyri. Hvørt sms kostar 5 kr, og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Kallli kunnu luttaka.
Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um fleiri góðar vinningar: