Tilvildarlig blóðroynd staðfesti krabbamein

Tað var nærum av tilvild, at Niels Winther Poulsen lat seg kanna fyri krabbamein í bløðruhálskertlinum. Í oktober bleiv hann skurðviðgjørdur fyri krabbamein

Í fjør fekk 48 ára gamli Niels Winther Poulsen staðfest krabbamein í bløðruhálskertlinum. Frammanundan hevði hann ikki merkt nakað til sjúkueyðkenni, og tí var tað heldur tilvildarligt, at hann bað læknan kanna seg fyri hesa krabbameinssjúkuna.

- Seinasta summar hevði eg havt ilt í beininum í eina tíð, og tað var blivið nakað hovið. Eitt marathon var fyri framman, so eg rann og vandi dúgliga. Eg fór tí til kommunulæknan, fortelur Niels Winther Poulsen, sum dagliga starvast sum sakførari.

- Læknin segði, at eg skuldi taka blóðroynd, og í tí hann situr og krossar av á pappírinum, spyrji eg hann av tilvild, um tey ikki eisini kunnu kanna meg fyri krabbamein í bløðruhálskertlinum, sigur Niels Winther Poulsen og leggur afturat:

- Onkur í familjuni gekk regluliga til kanningar fyri krabbamein í bløðruhálskertlinum, og nú nærkist eg 50, so eg eg hevði frammanundan hugsað, at eg hoyrdi til tann aldursbólkin, sum kann fáa hetta slagi av krabbamein.


Er opin um sjúkuna

Nakrar vikur seinni kundi læknin staðfesta, at Niels Winther Poulsen hevði krabbamein í bløðruhálskertlinum.

- Fleiri kanningar blivu gjørdar afturat, og læknarnir fortaldu, at hóast krabbameinið var rættiliga ógvusligt í sjálvum kertlinum, var tað ikki farið útum kertilin. Eftir drúgvar kanningar bleiv eg skurðviðgjørdur í oktober og harvið frískur, greiðir Niels Winther Poulsen frá.

Hann valdi beinanvegin at tosa opið um sjúkuna.

- Tað valdi eg at gera fyrst og fremst fyri børnini. Eg haldi, at tað hevði bara gjørt alt meira trupult, um eg skuldi goymt tað fyri børnunum, sigur Niels Winther Poulsen.

Hann hevur á ongan hátt merkt, at fólk ikki vilja tosa um sjúkuna.

- Hvørki meðan eg var sjúkur og heldur ikki nú, eg eri vorðin frískur, havi eg merkt nakað til, at tað er tabu at tosa um krabbamein í bløðruhálskertlinum. Sjálvur gangi eg ikki og nevni tað bara soleiðis fyri einum og hvørjum, men um onkur spyr meg, so práti eg fegin um tað, fortelur Niels Winther Poulsen.