Myndugleikarnir í Ukraina skuldseta fyrrverandi forsætiaráðharran Yulia Timoshenko fyri valdsmisnýtslu og fíggjarsvik. Somu ákæru hava teir reist ímóti fíggjarmálaráðharra hennara, Bogdan Danylyshyn, sum valdi at flýggja til Kekkia, har hann hevur fingið friðskjól.
Men Yulia Timoshenko ætlar sær ikki at flýggja av landinum. Tað gjørdi hon greitt aftan á ein fund við almenna ákæran í Kiev í gjár.
Sambært ákæruvaldinum misbrúkti stjórnin hjá Timoshenko fleiri hundrað milliónir evrur, sum vóru játtaðar til umhvørvismál, og hon er tí skuldsett fyri fíggjarsvik, valdsmisnýtslu og ósketni við almennum pengum.
Frammanundan hava myndugleikarnir reist ákæru ímóti nøkrum fyrrverandi ráðharrum hjá Timoshenko, og tveir av ráðharrum hennara sita í varðhaldi, skrivar AFP.