Ting okkara hevur nevnliga ikki altíð itið løgting.
Elsta søguliga kelda, sum vit hava um hetta, er, at tá føroyingar gingu undir landslógina hjá Magnusi Hákunssyni í 13. øld, verður sagt, at hetta hava føroyingar samtykt á altingi.
Gamla navnið fyri ting okkara hevur tí verið alting. Hetta er tað navn, sum landnámsmenninir hava nýtt um høvuðstingið í Havn, og merkir tað, at hetta ting hevur havt hægsta vald.
So í 13. øld kom norska landslógin, sum segði, at undir kongsins valdi vóru nøkur ting við avmarkaðum myndugleika, sum itu løgting. Eitt av hesum var í Føroyum.
Nú sleppa vit okkum úr tí oki, sum higartil hevur ligið á okkum og gerast eitt fullvalda ríki. Nú er tí hóskiligt, at vit eisini leggja aftur um okkum ta niðring av okkara tingi, sum liggur í tí navni, sum harrar okkara settu á tað, og aftur geva tí tað glæsiliga navn, sum okkara frælsu forfedrar góvu tí.
Zakarias Wang