Tingfólk fáa lønarlyft og pensjónlækking

Lønin hjá tingfólki hækkar, sum in.fo skrivaði í morgun tveir lønarflokkar upp á 53.058 krónur

 

Formaðurin í arbeiðsbólkinum, Jógvan Amonsen, handar Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinnum, álitið. Hinir limirnir í arbeiðsbólkinum eru Gunn Ellefsen og Maria á Dul.

Á middegi varð álit handað løgtingsforkvinnuni um, hvussu lønar og eftirlønarviðurskiftini hjá løgtingsfólkum kunnu broytast. Ein arbeiðsbólkur, sum í 2018 gjørdi eitt tilmæli um broyting, hevur nú, eftir áheitan frá løgtingsforkvinnuni, dagført álitið og handað løgtingsforkvinnuni nýggja álitið.

Høvuðsbroytingin er, at tingfólk skulu upp í løn og niður í pensjón. Tað vil siga, at tingfólk ikki longu skulu kunnu fáa ta gullrandaðu tænastumannapensjónina, tey higartil hava fingið. Men fáa eins og aðrir løntakrar ein ávísan part av lønini goldnan í eina eftirlønarskipa. Uppskotið er, at tingfólk skulu fáa 15 prosent í pensjónsskipan.

Eitt er, at tingfólk fáa tænastumannapensjón. Tað fáa onnur fólk eisini. Men meðan vanlig fólk skulu arbeiða í 37 ár fyri at røkka fullari pensjón, so skulu tingfólk bara hava 16 ár fyri at røkka fullari pensjón.

Landsstýrisfólk skuldu – til teirra pensjón varð broytt í 2015 – bara arbeiða í 8 ár fyri at fáa fulla pensjón.

Hetta hevur ført til, Løgtingið hevur ein stjóran pensjónskavabólt liggjandi fyri framman í pensjónum, sum løgtingið skal gjalda. Sambært landskassaroknskapinum eru pensjónsskyldurnar til politikarar 425 milliónir krónur.

 

##med2##

Við at broyta pensjónirnar hjá tingfólki til eina vanliga pensjónskipan, so verður rokningin goldin í somu løtu, sum løgtingið flytir teimum lønina. Tá verður pensjónsbyrðan hjá løgtinginum 0 krónur frameftir. Tað er henda skipan, sum hevur verið galdandi fyri landsstýrisfólk síðani 2015.

Lønin hjá tingfókl hækkar úr 34. til 36 lønarflokk. Tað merkir, at hon hækkar úr 46.373,69 krónum um mánaðin upp í 53.058,39 krónur um mánaðin. Men skattafría ískoytið upp á 2.000 kr, sum tingfólk fáa til ymiskt, eitt nú telefon og skrivstovuhald, verður tikið burtur.

– Tað er ikki rætt, at tað almenna skal hava ódokumentaraðar útreiðslur, sum hesar, segði Maria á Dul, limur í arbeiðsbólkinum.

Hinvegin fáa tingfólk so teldu, telefon og telefonhald frá Løgtinginum.

 

 

Formaðurin í arbeiðsbólkinum, Jógvan Amonsen, handar Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinnum, álitið. Hinir limirnir í arbeiðsbólkinum eru Gunn Ellefsen og Maria á Dul.

Gunn Ellefsen, Maria á Dul og Jógvan Amonson hava sitið í arbeiðsbólkinum, sum í 2018 gjørdi áltið um lønar- og eftirlønarskipan fyri løgtingsfólk. Tey hava nú endurskoðað álitið frá 2018 og handa Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinnu tað.