Tingið er ikki politiski pallurin hjá einum flokki

­ Løgmansrøðan er ein frágreiðing til Løgtingið, um framtíðarætlanir, hvat vit ætla at gera, eins og hon er afturlítandi. Eg fari ikki at halda løgmansrøðuna út frá mínum flokspolitisku sjónarmiðum, sigur Anfinnur Kallsberg, sum ongantíð hevur nýtt handrit, tá hann hevur hildið røðu í tinginum

Dagny Joensen


Tað hevur meir enn so hent, at løgmenn hava nýtt høvi at tosa um flokspolitik í løgmansrøðuni.

Tað var tí forvitnisligt at spyrja løgmann, um hann fór at tosa um sjónarmiðini hjá Fólkaflokkinum í løgmansrøðuni, men tað afturvísir Anfinn Kallsberg avgjørdur. Hann heldur ikki at tað er hóskandi.

Tað eru serligar umstøður hesaferð, nú sjálvstýrislandsstýri hevur leiðsluna, og vil gera nakað veruligt á sjálvstýrisleið.


Ríkisrættarligu viðurskiftini verða nevnd

­ Verður tað tikið upp í løgmansrøðu tíni?

­ Tað setir sjálvsagt dám á tann partin í røðuni, sum er um framtíðarætlaninar, og er eisini mál, sum vit hava sett okkum fyri at fremja í samgonguskjalinum. Tað fær tað plássið í røðuni, sum tað krevur, sigur løgmaður.

Um ríkisrættarligu viðurskiftini, verður nevnt í røðuni, hvat vit ætla at gera á sjálvstýrisleið, men ikki um innihaldið.

­ Tað kemst av, at vit ikki hava heimildina fyrr enn tingið hevur viðgjørt málið.

Í fyrstu atløgu fara vit at leggja uppskot til samtyktar fram í tinginum, har vit biða um heimild at samráðast við danir, og síðani skal aðalorðaskifti fara fram o.s.fr..

Løgmaður sigur, at hann hevur skilt á Høgna Hoydal, landsstýrismanni í lógarmálum, at Landsstýrið ikki er til reiðar at samráðast fyrr enn við árslok.

Stutt røða hesaferð

Løgmansrøðan er annars bygt upp eftir tí, sum landsstýrismenninir ætla at fremja á hvør sínum øki. Tað ætlar løgmaður at lata standa óbroytt.

­ Eg fari kortini ikki at halda eina langa løgmansrøðu, men bert gera nakrar útgreiningar av tí, sum stendur í samandráttinum.

­ Hvussu verður hjá tær at halda tína fyrstu løgmansrøðu?

­ Tað er torført at vera bundin av einum handriti. Øll míni ár í tinginum og í landsstýri, havi eg ongantíð hildið eina skrivaða røðu, so tað verður eitt sindur øðrvísi hesaferð, sigur løgmaður.

Um gongdina í samfelagnum, sigur løgmaður, at at gongdin í búskapinum ikki er heilt av leið, men at nøkur mál mugu fáast í rættlag, eitt nú er skuldin í landskassanum og í kommununum er ov stór, men hann heldur kortini, at tað fer at laga seg.


Tvungin at vera í Havn

­ Hvussu heldur løgmaður ólavsøku?

­ Eg havi í nógv ár verið tvungin at vera í Havn ólavsøkudag, men í ár verður tað øðrvísi, tí eg eri til arbeiðis, og havi ymsar uppgávur báðar dagarnar. Ólavsøkuaftan skal løgmaður m.a. handa útvarpssteypið, og ólavsøkudag er arbeiðsdagur í tinginum.

­ Tað eru nógv ár síðan eg var á ólavsøku sum vanligur gestur, og av tí at eg eri til arbeiðis, geri eg ikki so nógv burturúr, sigur løgmaður.