Barnagarðsmálið
Undir viðgerðini av §19 frágreiðingini, segði Kristian Magnussen av Løgtingsins røðarapalli, at Páll á Reynatúgvu sum nevndarformaður í Løgtingsins Trivnaðarnevnd lóggevur í egnan lumma. Páll á Reynatúgvu vísir skuldsetingunum frá sær og sigur, at hann umhugsar at stevna Kristiani Magnussen fyri skuldsetingina.
Men hóast Páll á Reynatúgvu sigur seg hava arbeitt við barnagarðinum av berari idealismu, er tað ein sannroynd, at húsini, sum barnagarðurin er í, hava skift eigara á vegnum. Páll á Reynatúgvu hevur latið tey til eitt partafelag, sum hann er eigari í, og hetta partafelag hevur so aftur selt barnagarðin til Sands Kommunu.
Málið snýr seg um, at Páll á Reynatúgvu, tingmaður Tjóðveldisfloksins, undir viðgerðini av frágreiðingini frá §19 nevndini helt, at ruddað eigur at verða upp eftir áttatiárini.
Tað fekk Kristian Magnussen at koma við ábending um, at Páll á Reynatúgvu ikki var betri sjálvur, tí hann sum formaður í Trivnaðarnevndini hevur arbeitt við einum privatum barnagarði á Sandi, samstundis sum hann sum nevndarfomaður í Løgtinginum arbeiðddi við eini lóg, sum fór at geva Sands Komunu fleiri pengar, sum júst fóru at verða nýtti til barnagarð.
Umhugsar stevning
Talan er her um, at Løgitingið hevur samtykt, at lógin um býti av almannaútreiðslum millum land og kommunur er avtikin. Avtøkan ber millum annað í sær, at Sands Kommuna fær leysgivnar einar 600.000,- krónur, sum annars vórðu brúktar til almannaútreiðslur.
Samstundis sum hendan lógin er fyri, er eisini uppskot um broyting av lógini um barnagarðar til viðgerðar. Kristian Magnussen heldur tað vera sera áfallandi, at samstundis sum hesar lógir eru til viðgerðar, arbeiðir formaðurin í Trivnaðarnevndini við at gera ein privatan barnagarð Heima á Sandi.
Kristian Magnussen legði tað í orðingina av røðarapallinum í Løgtinginum, at Páll á Reynatúgvu var úti eftir privatum vinningi við hesi verkætlanini á Sandi.
Páll á Reynatúgvu sigur í viðmerking við Sosialin, at hann umhugsar at stevna Kristiani Magnussen, so hann í rættinum kann prógva tann illgruna, hann leggur seg undir. Tað krevur so, at politiska órinið fyrst verður tikið frá Kristiani Magnussen.
At róð verður framundir, at Lógarbroytingarnar koma sera væl við júst nú, soleiðis at Sands Kommuna fær eina góða hálva millión at brúka til barnagarðin á Teiginum, heldur Páll á Reynatúgvu vera at tilleggja sær evni, hann ikki visti seg at eiga.
-Eg haldi, at tað er at tilleggja mær sterkari hugflogsmessigar eginleikar, enn eg eigi, sigur hann.
Páll á Reynatúgvu heldur ikki, at hann hevur ávirkað bygdarráðið á Sandi til nakað sum helst í hesum máli. Bygdarráðið hevur gjørt við pengarnar hjá Kommununi júst sum limirnir hava samtykt. Uttan ávirkan frá Pálli á Reynatúgvu, sigur hann.
Inside vitan
Páll á Reynatúgvu viðgongur tó, at hann væl visti um lógaruppskotini, áðrenn tey komu í Tingið. Tað vil siga meðan Almanna- og Heilsumálastýrið arbeiddi við teimum. Men hann leggur dýran við, at hann hevur ikki havt tey í huganum, tá talan hevur verið um barnagarðin á Sandi.
Tann ætlanin er farin í gongd nógv fyrr enn so, sigur Páll á Reynatúgvu. Og hann metir seg á ongan hátt at hava útnyttað politisku støðuna ella sína politisku ávirkan í hesum máli.
Annars heldur Páll á Reynatúgvu tað vera undarligt, at fjølmiðlarnir skulu fokussera so nógv upp á gongdina í málinum, heldur enn at hyggja at úrslitinum. Tað er nevniliga, at nú kemur ein barnagarður á Sandi. Og hann var ikki komin, um ikki tveir privatpersónar á Sandi høvdu farið undir hann av berari idealismu, sigur Páll á Reynatúgvu.
Spurdur um hann ikki sjálvur helt tað vera rímiligt, at fólk fóru at vísa málinum áhuga, tá húsini, talan er um, hava skift eigara tríggjar ferðir síðan juli 1999, svaraði Páll á Reynatúgvu, at nú var hann ikki við.
Tann 15. juli 1999 keyptu Páll á Reynatúgvu og Kristina Johannesen á Sandi húsini á Teiginum við tilhoyrandi jørð. Húsini vórðu síðan bygd um til barnagarð. Metingarmenn úr Havn settu tey í virði, og Páll á Reynatúgvu og Kristina Johannesen avhendaðu tann 5. oktober 2000 húsini á Teiginum til smápartafelagið Partú á Sandi. Tann 30. november 2000 seldi smápartafelagið Partú húsini á Teiginum til Sands Kommunu.
Spurdur um her ikki var talan um beinleiðis spekulatión, sigur Páll á Reynatúgvu, at hatta eru tekniskir spurningar, sum hann als ikki kennir til. Hesum hava advokatur og grannskoðari hjá smápartafelagnum staðið fyri, og eiga teir at svara fyri tí.
Páll á Reynatúgvu sigur seg ikki hava gjørt nakran handil við smápartafelgið Partú. Hetta felagið varð stovnað við tí fyri eyga at reka barnagarð á Sandi. Eftir ráðum frá áðurnevndu ráðgevum, vórðu húsini á Teiginum skotin inn í smápartafelagið sum ogn hjá felagnum.
Hvussu tað innskotið fór fram, og um ikki selt varð við vinningi ímillum, veit Páll á Reynatúgvu ikki, sigur hann og vísir til advokat og grannskoðara.
Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá grannskoðara ella advokati, áðrenn blaðið fór til prentingar.