Tingmaður vil vita hví SSL hevur leigað Galaxy

– Ferðasambandið til Suðuroynna er ikki nøktandi, nú Smyril er í dokk, og Galaxy røkir suðuroyarleiðina, heldur tingmaður

Tað er Hans Jacob Thomsen úr Javnaðarflokkinum, sum hevur sett Jóhan Christiansen, landsstýrismanni í samferðslumálum, ein grein 52a fyrispurning um málið. Hann spyr soleiðis:

1. Hvat er kostnaðurin hjá Strandfaraskipum Landsins at leiga ferjuna Galaxy?

2. Nær varð sáttmáli undirskrivaður við felagið, sum eigur ferjuna Galaxy?

3. Vóru aðrar ferjur, ið lúka krøvini til at avloysa Smyril, tøkar at leiga?

Í viðmerking til spurningin sigur Hans Jacob Thomsen, at ferðasambandið til Suðuroynna er ikki nøktandi, nú Smyril er í dokk, og Galaxy røkir suðuroyarleiðina.

– Eitt nú er talið av ferðafólki avmarkað, og tað viðførir stórar avbjóðingar, ikki bara fyri suðuroyingar, men fyri øll, ið hava tørv á at brúka leiðina.

– Tað er ongin loyna, at fólk eru ónøgd og seta spurningar við, hvussu vit aftur nú eru endað við einari loysn, ið ikki er nøktandi. Fólk seta spurnartekin við, um tað kann vera rætt, at ongin onnur ferja, ið kann røkja leiðina nøktandi, er at finna nakrastaðni, um SSL hevur brúkt nóg nógva orku til at finna rætta avloysaraskipið, og um tað í veruleikanum er ein spurningur um fíggjarliga raðfesting, sigur Hans Jacob Thomsen.

Hann sigur, at tað er fyri at fáa greiðu á støðuni, at hesi spurningar verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.