Klokkan 19.45 í kvøld spæla Føroyar HM-undankappingardyst móti verandi HM-bronsuvinnarunun, Kroatia, ið eisini vann HM-silvur í 2018.
Talan er um fyrsta A-landsdystin millum Føroyar og Kroatia. Útselt er á Tórsvølli, og yvir 500 kroatiskir áskoðarar vera til dystin.
Kroatia hevur eina stóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til Føroyar liggja millum 12,00 og 17,00.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 6,00 og 8,50.
Oddsini upp á útisigur til Kroatia liggja millum 1,15 og 1,23.
HER eru oddsini:
##med2##