Tingmenn høgdu til høgru og vinstru

Tingmenn vóru ikki mjúkir í viðgerðini av hvørjum øðrum og formanninum í Búskaparráðnum, tá ið ein munnligur fyrspurningur frá formanninum í Tjóðveldisflokkinum var viðgjørdur. Høgni Hoydal vildi hava persónliga álopini á Hermann Oskarsson at steðga, men tingmaður helt, at ein fyrrverandi »vulger-marxistur« og »Pol Pot-kommunistur« mátti tola eitt sindur av

Hetz. Persónlig álop. Hóttanir. Fasist. Kommunist og marxist.
Tað vóru nøkur av orðunum, sum vóru uppi og vendu, tá ið løgtingið mikudagin viðgjørdi ein munnligan fyrispurning frá Høgna Hoydal til løgmann, Jóannes Eidesgaard.
Orsøkin til fyrispurningin var, at formaðurin í Búskaparráðnum, Hermann Oskarson, hevur lagt frá sær. Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum segði í sínum fyrispurningi, at ein orsøk til hetta var persónlig hetz frá leiðandi politikarum, og tað helt hann verða sera álvarsamt.
? Við løgmanni, varaløgmanni og landsstýrismanninum í Fíggjarmálum á odda - væl stuðlað av fakfelagsformanni og samgongulimum - er ein ósaklig og persónlig hetz førd móti formanninum í Búskaparráðnum, segði Høgni Hoydal í viðmerkingunum til sín fyrispurning.
Hann vildi hava at vita, hvat løgmaður helt um viðferðina av Hermanni Oskarsson, og hví hann einki hevði gjørt fyri at steðga hetzini.

Ósannir pástandir
Hósdagin svaraði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fyrispurninginum í løgtinginum, og viðgerðin gjørdist bæði harðlig og persónlig. Løgtingsmenn høgdu eftir hvørjum øðrum, og Herman Oskarson var eisini í miðdeplinum.
Fleiri tingmenn tóku orðið, og flestu teirra hildu, at formaðurin í Búskaparráðnum má tola eitt sindur av kritikki, tá ið hann sjálvur kemur við hørðum kritikki.
Jóannes Eidesgaard nýtti nógva av sínari tíð til at finnast at spyrjaranum, sum hann helt manipuleraði, royndi at skapa øsing og kom við ósonnum pástandum í sínum fyrispurningi.
? Hetta er ein løgin spurningur at fáa, og tað er trupult at viðgera persónsmál. Men spyrjarin skal fáa svar, segði løgmaður.
Hann helt, at einki í tí, sum Høgni Hoydal førdi fram, vísti eina hetz av formanninum í Búskaparráðnum. Greinarnar, sum formaður Tjóðveldisfloksins vísti til í sínum fyrispurningi, snúðu seg als ikki um Hermann Oskarsson, men heldur um Tjóðveldisflokkin.
? Tað er ein demokratiskur rættur hjá Hermanni Oskarsson at leggja frá sær, men tað er ósakligt at leggja tað saman við persónlig álop frá politikarum, segði Jóannes Eidesgaard.

Løgtingsformaðurin talaði at
Fleiri tingmenn blandaðu seg upp í kjakið, og serliga umboðini fyri Fólkaflokkin vóru atfinningarsom ímóti formanninum í Búskaparráðnum.
Jørgen Niclasen helt, at Hermann Oskarsson læt seg brúka av Tjóðveldisflokkinum til at flyta føroysk mál til Danmarkar at øsa fólk við.
? Ein kritiskur persónur í samfelagnum má eisini sjálvur tola kritikk, segði Jørgen Niclasen, og hendan hugsan var fleiri ferðir endurtikin av røðarapallinum í tinginum.
Eisini Óli Breckmann førdi hetta sjónarmið fram, hóast hann nýtti munandi harðligari orðalag enn hinir.
? Skal ein fyrrverandi vulger-marxist og Pol Pot-kommunist ikki tola eitt høgg her og har, tað er tvætl, segði Óli Breckmann.
Løgtingsformaðurin talaði at útsøgnini hjá Óla Breckmann og segði, at tað var skeivt, at samanlíkna føroyingar við hópdrápsmenn í útheiminum, og Torbjørn Jacobsen helt, at tað var nakað tað sama at vera ein vulger-fasist.
Høgni Hoydal vildi ikki kjakast við Óla Breckmann, og hann noktaði enntá at nevna navnið á honum.
? Tit hoyra hann, mann kann ikki gera viðmerkingar til slíkt, segði Høgni Hoydal.

Persónurin viðgjørdur
Var endamálið við fyrispurninginum hjá Høgna Hoydal tað, at tann persónliga viðgerðin av formanninum í Búskaparráðnum skuldi steðga, so miseydnaðist hetta. Nógva av tíðini var brúkt til at viðgera persónin Hermann Oskarsson.
? Óansæð innihald, so hava frágreiðingirnar hjá Búskaparráðnum skapt viðkomandi kjak og hava sett kikaran á viðbrekin viðurskifti í samfelagnum. Tað undrar meg, at eingin politikari hevur harmast, at Hermann Oskarson leggur frá sær, segði Bill Justinussen úr Miðflokkinum.
Finnur Helmsdal úr Tjóðveldisflokkinum helt, at tað var gott við eini kritiskari, føroyskari rødd.
? Og tá fakligheitin ikki røkkur, so verður farið eftir manninum heldur enn eftir bóltinum, segði hann.

Langt úti
Høgni Hoydal helt móti endanum av kjakinum, at tað var ófatiligt, at tingmenn komu upp á tingsins røðarapall at endurtaka allar persónligu atfinningarnar ímóti Hermanni Oskarsson, og løgmaður framvegis einki gjørdi fyri at steðga hesum.
Jóannes Eidesgaard helt hinvegin, at Høgni Hoydal brúkti hetta málið í einum politiskum spæli, og tað var langt úti, at tað ikki bar til at viðgera tað við størri tign.
? Formaðurin í Búskaparráðnum skal tola eitt mótpæl, men tað skal vera á sakligum støði, ikki á persónligum støði, segði løgmaður.
Tá hevði tingið brúkt drúgva tíð til at umrøða ein embætismann fyri opnari mikrofon og skíggja.