Kastar tú ein stein uppi á landi, so hoyrist um tú rakar. Kastar tù ein stein á sjógv so breiðast ringarnir í sjónum. Soleiðis søgdu teir gomlu.
Eg kastaði fyri kortum ein lítlan fittan politiskan stein. Fullveldisýlini hoyrdust úr øllum ættum, og súgur kom í sjógvin. Sá út sum ein »tsunami-ungi« var á veg.
Bæði Finnur Helmsdal, Heri Ziska og kendi skúlamaðurin Árni Dahl eru í bløðunum við viðmerkingum. Tað kennist sum teir allir meira og minni hava gloymt, at orðaskiftið snúði seg um at útvega pening til døgverðar til tey gomlu.
Finnur Helmsdal
er rættuliga illur, sum ikki eina ferð. Hann rør upp undir, at tað eru sambandsmenn sum eiga og syngja sangin »Give me more«. Fyri fáum døgum síðan minti partamaðurin hjá Finni, Vagnur Mikkelsen, í bløðunum á, at Fullveldislandsstýrið byrjaði loysingina, ikki við at økja um veitingarnar til tey gomlu og veiku, men við at geva fullveldisløgtingsmonnum eina av størstu lønarhækkingum sum sædd er í Føroyum. Sambandsmenn tóku ikki undir. Hvør var tað sum sang: »Give me more?«
Heri Ziska
brúkar í síni grein næstan alla blaðrúmdina til at siga frá, hvat hann ikki hevur sagt. Út móti endanum í greinini kemur hann álíkavæl við onkrum ítøkiligum og kemur til nøkunlunda somu niðurstøðu sum Vagnur Mikkelsen. Hann vísur á, at tað, at løgtingsmeirilutin hevur valt at brúka tann pening sum er tøkur (og nakað afturat) til løgtingshús, løgmannssæti, stuðul til rækjuskip og skatta-lættar, merkir t.d. at tað ikki er nóg mikið av peningi til tey gomlu og veiku. Hetta er jú »logikkur fyri høsn«. Tá man so hevur í huga, at fullveldismeirilutin á løgtingi aftrat hesum eftir trimum árum hevur minkað tøka peningin við meira enn 1.200 milliónum krónum, so eru bæði pensionistar og allir aðrir føroyingar til fulnar greiðir yvir, at tað má ganga galið.
Árni Dahl
er mettur sum ein dugnaligur skúlamaður og samstundis av mær mistonktur fyri at vera reindyrkaður fullveldismaður. Hann hevur eisini havt mín greinastubba til viðgerðar.
Eg loyvi mær at ganga út frá, at ein so dugnaligur skúlamaður góðtekur innihaldið, tá íð einastu viðmerkingar hansara eru, at eitt eyka »n« og eitt »ð« ikki eru komin við.
Gamli lærari mín gjørdi hvat hann kundi fyri at læra meg stavseting. Hann rættaði allar mínar stavivillur, men tá hann gav karakter, legði hann nógv størri vekt á sjálvt innihaldið.
Eftir stendur
at fullveldismenn framvegis eru bebbaræddir fyri at hoyra og lesa um fruktirnar av tí mannminkandi og skaðiliga politikki, sum undanfarna fullveldissamgonga stóð fyri. Hetta kemur alt týðuligari og týðuligari til sjóndar sum tíðin líður. Eg skilji teir so sera, sera væl.