Tintin fyrimyndin er deyður

Sjónleikarin Palle Huld var fyrimyndin, tá ið belgiski teknarin Hergé skapti Tintin. Í gjár doyði Palle Huld 98 ára gamal. Danin Palle Huld gjørdist kendur sum 15 ára gamli drongurin, sum ferðaðist kring heimin. Hann vann eina kapping hjá dagblaðnum Politiken í 1928, og vinningurin var ein ferð kring heimin við skipi, toki og bili. Palle Huld ferðaðist í 44 dagar, og tá hann kom heim skrivaði hann eina bók um ferðina.

 

Belgiski teknarin Hergé frætti um ferðina hjá Huld, og hann fekk harvið íblástur til at skapa tekniseriufigurin Tintin, sum er journlistur á kanningarferðum kring heimin. Fyrsta tekniserian við Tintin kom út í 1929.

 

Palle Huld hevur verið ein virkin sjónleikari í Danmark, og hann hevur spælt við í meira enn 30 filmum og sjónvarpsrøðum.