Jóan Símun Edmundsson fekk seinastu ellivu minuttirnar, tá FC Fredericia vann ikki minni enn 5-1 á Hjørring næstbestu deildini í Danmark. Jóan Símun hevur ikki fingið áltið frá venjaranum síðan hann spældi tveir landsdystir her í Føroyum. Toftamaðurin avloysti Anders K. Jacobsen.
Venjarin, Thomas Thomasberg var fegin eftir dystin.
– Tað er langt síðani, at vit hava kunnað slappa av á bonkinum móti endanum av einum dysti, segði Thomas Thomasberg.
FC Fredericia hevur 25 stig á sætta plássi. Tað eru bara tvey stig upp til nummar tvey, sum gevur beinleiðis uppflyting til Superliguna.
Einki til Lamhauge
Christan Lamhauge Holst byrjaði inni, tá Silkeborg vitjaði í Esbjerg. Stutt fyri dystarbyrjan fór at oysa niður við regni og tað setti sín dám á dystin.
Tíggju minuttir fyri hálvleik kom Esbjerg á odda við tí málinum, sum seinni skuldi vísa seg at verða avgerandi málið í dystinum.
Føroyski landsliðsleikarin var miðskeiðis í seinna hálvleiki skiftur út við fyrrverandi Bolton framherjan, Henrik »Tømrer« Pedersen.
Silkeborg liggur nú næst niðast í Superliguni. Bara Brøndby hevur færri stig.
Hallur Hansson er við í hópinum hjá AaB, sum í kvøld spælir móti FC Midtjylland.