Rókur Jákupsson Jakobsen
[email protected]
Hvat flutti tú til Boston?
Eg flutti til Boston í januar í 2002. Eg havi búð ymsa staðni í heiminum. Eg havi búð í Danmark, Fraklandi og Argentina. Í Argentina spældi eg tónleik við nógvum, sum ætlaðu sær víðari út at lesa. Har hoyrdi eg nógv tos um at fara til Boston fyri at søkja inn á navnframa musikkskúlan Berklee College of Music. Hetta er ein sera viðurkendur skúli, so eg valdi bara at royna at søkja. Og so var eg so heppin at eg varð upptikin sum næmingur.
Boston er ein universitetsbýur. Tað setir dám á býin. Býurin er domineraður av ungum, lesandi fólki, og so teimum í hinum endanum sum undirvísa. Tað er nokkso løgið. Men býurin er sera »New England'sligur«. Tað var her, ið pílagrímarnir av fyrstan tíð búsettu seg, og hetta sæst enn aftur í býnum. Sostatt er Boston rættiliga evropeiskur í bygnaði.
Hvat tekst tú við nú?
Ja, nú eri eg ikki longur beinleiðis knýttur at skúlanum. Eg livi av at spæla tónleik. Eg spæli bass í ymiskum samanhangum, og mær dámar væl at liva sum tónleikari í USA. Har er ein sera stórur eftirspurningur eftir tónleiki í USA. Tey vilja hava livandi tónleik til øll tiltøk, so hetta er gott hjá okkum, sum liva av at spæla tónleik. Tað er eisini so, at fólk hyggja ikki løgið eftir tær, tá ið tú fortelur, at tú ert tónleikari. Fólk spyrja ikki »jamen hvat gert tú við síðunarav?« Tónleikur er eitt arbeiði sum øll onnur í USA.
Hvat dámar tær í Amerika?
Mær dámar landið heilt væl. Har eru sjálvandi eisini onkur viðurskifti, sum mær ikki dámar. Landið er ólukksáliga stórt, og tað hevur sjálvandi við sær, at tað er langt at ferðast til og frá spælingum. Onkuntíð noyðist tú at koyra í 4 tímar fyri at spæla eina konsert, so hetta sigur eitt sindur um hvussu stórt landið er.
Eisini merkir tú støddina á aðrar mátar. Eitt nú tá ið tú skalt í samband við tað almenna. Tað fyrigongur aloftast umvegis post, og tað ganga vikur, áðrenn tú fært svar uppá onkra umsókn.
Hvussu er mentanin
í Amerika?
Hon er ógviliga breið. Landið er so stórt, at tú kanst býta mentanina upp í fleiri partar. At heilsa uppá fólk, sum koma frá tí sunnara partinum av Amerika, er sum at heilsa upp á fólk sum eru frá einum heilt øðrum landið. Fólkið frá »the south« eru rættiliga heit og dedikerað, mótvegis teimum sum búgva her uppi. Men sum heild er fólkið her sera opið. Her eru jú nógvir tjóðskapir savnaðir í einum landi, so fólk eru von við hvørt annað.
Hvussu er maturin í Amerika?
Her í Boston hevur matgerðin funnið nógvan íblástur frá tí italska køkinum. Vit eta nógvar rættir, sum innihalda pasta og grønmeti við síðuna av. Men grønmetið er ikki altíð so gott. Alt grønmetið kemur úr teimum sunnaru statunum, so tað er ikki altíð so gott og frískt, tá ið vit síggja tað í sølubúðunum.
Annars eta vit nógvan fisk her. Fyrr í tíðini plagdu nógvir føroyingar at landa her, men nú er tað mest fiskur úr Grønlandi og Íslandi, sum vit fáa her. Fiskurin er nokkso dýrur her, men tað er hóast alt nakað, sum man etur nógv av her.
Sjálvandi er eisini ein rúgva av fast-food her. Har er ein grillbar ella eitt pizzaria á hvørjum horni, men eg haldi ikki, at fólkið í Boston etur so nógv at slíkum, sum tey gera aðrastaðni í USA.
Hvussu er veðrið í Boston?
Sera gott. Vit hava eitt langt summar. Frá apríl til september er tað sera heitt – millum 30 og 40 hitastig. Hinvegin er veturin kaldur. Serliga plagar tað at verða kalt í januar og februar. Tá kann tað verða millum 15 og 20 kuldastig.
Hevur tú ætlanir at flyta heimaftur til Føroya?
Eg veit ikki enn. Eg havi visum í Amerika í trý ár afturat, og hetta ætli eg at gagnnýta. Eg rokni við at eg fari at flyta onkra aðrastaðni í USA, men enn havi eg ikki ordiliga avgjørt nakað ítøkiligt.
Fakta:
Navn: Bjarki Meitil
Føddur: 27.06.1971
Føðisstaður: Havn
Besti matur –
Føroyskur: Ræstur fiskur
Útlendskur: Asado (argentinskur rættur)
Útbúgving: Berklee College of Music
Starv: Tónleikari
Motto: 150% altíð!!