Tit ynskja ikki sjúklingum alt tað besta

Tað vóru tóm orð og vamlisligt politiskt spæl, tá ið politikarar ynsktu mær alt tað besta, sigur ein vónbrotin Gunnvá Tróndardóttir Joensen

– Dysturin er ikki liðugur, hann er júst byrjaður. Tað siguri Gunnvá Tróndardóttir Joensen á Facebook í eini dagføring á Facebook

 

Hon gjørdist meiri og minni landskend, tá ið hon, sum tann fyrsti føroyingurin, varð ákærd fyri at royna at smugla kannabis at brúka sum heilivág tí hon hevur sklerosu.

 

Í eini nýgjari dagføring á Facebook dylir hon ikki fyri, hvussu vónbrotin hon er av, at Løgtingið feldi uppskotið hjá Jenis av Rana um at gera tað lættai hjá ávísum sjúklingum at fáa heilivág við kannabis í.

 

Meirilutin í Løgtinginum sigur, at sum støðan er nú, ber tað til at fáa heilivág við kannabis og tí er óneyðugt at broyta nakað, hóast sjúklingar, og læknar, føra fram, at mannagongdin er so avmarkandi og tvørligt, at tað er alt ov trupult.

 

– Við tað at uppskoti hjá Jenis av Rana um at Føroyar skulu við í donsku royndarætlanina við kannabis sum heilivági fall tinginum, føli eg sum at vit eru sum sligin heim í ludo. »Tilbage til start«. Aftur har fingu vit smekk á fingrarnar, sigur hon.

 

Serliga vónbrotin er hon av tí, at tá ið hon, og onnur, vóru boðsend at koma í Trivnaðarnevndina hjá Løgtinginum at siga sína hugsan, ljóðaðu tey flestu sera positiv og brúktu orðingar sum at uppskotið fer at »flúgva ígjøgnum.«

 

– M.a. Sonja Jógvansdóttir og Kaj Leo Holm Johannesen, sum so fitt hugdu inn eyguni á okkum og tóku í hondina og ynsktu okkum alt tað besta, leggur Gunnvá Tróndardóttir Joensen, afturat.

 

– Tóm orð og vamlisligt politiskt spæl. Nei, tit ynskja okkum sjúku ikki alt tað besta tá tit fella eitt uppskot ið kundi givið okkum eitt betri lív, leggur hon aftur at

 

Hon sigur, at stutt eftir at uppskotið fall, var hon hjá donskum neurologi, ið royndi at útskriva henni  eitt slag av heilivági við Kannabis í. Men svarið hon fekk úr Føroyum var, at hon kundi ikki fáa hendan heilivágin, tí Føroyar eru ikki við í donsku royndarætlanini.

 

– Til lukku við at tit eru frísk og ikki tørva hjálp frá hægri myndugleika, ið setur avmarkingar fyri tykkum. Eg rokni ikki við at nakar, tit eru góð við, eru í somu støðu sum eg og mong onnur við mær, tí so høvdu tit ikki handlað sum tit hava gjørt, sigur hon við politikararnar í Føroyum , samstundis sum hon takkar teimun, ið atkvøddu fyri.

 

– Neurologurin segði við meg, at læknarnir vildu fegnir gjørt meir enn teir kunna. Hann segði, at teir føldu sum at alt bleiv gjørt so trupult, og at teir blivu niðurbundnir av væntandi heimildum.

 

Hon følir seg skitna, tí fyri at hava bílagt sær sjokulátu við kannabis í sum linna fyri sklerosu. Og hóast hon ongantíð fekk vøruna, hevur hon sitið frammanfyri dómara og ákæra, tvær ferðir, í sama stóli sum tey, ið hava gjørt inn á børn og hava neyðtikið tikið kvinnur, hava sitið í.