Danski tjóðbankin hevur í dag hækkað útlánsrentuna 0,10 prosentstig Við gildi frá 18. mai hevur Tjóðbankin hækkað útlánsrentuna úr 4,25 prosentum í 4,35 prosent.
Diskontoin verður ikki broytt og er framhaldandi 4,0 prosent.
Tjóðbankin sigur, at høvuðsendamálið við rentubroytingini er at styrkja krónuna.