Bergur Hansen
????????????
Fyrri partur
Inge Adriansen hevur arbeitt sum savnvørður við Museet på Sønderborg Slot. Hon hevur skrivað lisentiatritgerð um Fædrelandet, folkeminderne og modersmålet og hesi drúgvu bindini um tjóðskaparsymbolir - Nationale symboler i Det Danske Rige 1830-2000 bind 1 og 2 - eru ein uppaftur gjølligari viðgerð av hesum evni.
Bókin hevur tvinnanda endamál. Hon er partvíst ætlað sum ein skráseting av upprunasøguni hjá teimum mest týðandi donsku tjóðskaparsymbolum og partvíst sum ein frásøgn um virknaðin av hesum symbolum. Til tey ?donsku? tjóðarsymbolini roknar hon eisini tey føroysku og grønlendsku og íslendsku, sum eru lond sum antin hava verið ella sum framvegis eru partur av Danmarkar ríki. Fyrra bind tekur sær av teimum almennu symbolunum í Føroyum, Grønlandi, Íslandi og serliga í Danmark, meðan seinna bind tekur sær av undirskóginum ella teimum óalmennu, fólksligu donsku symbolunum.
Tjóðarsymbol og tjóðarbygging
Tað finnast nógv sløg av symbolum: religiøs, arketypisk, handilslig, bókmentalig og tey politisk-tjóðarligu. Tjóðarligu symbolini hava stóran týdning fyri fólksins samleika og eru tískil útborin amboð hjá politiska valdinum, sum við øllum meiningakanningunum í dagsins demokratiið, meira enn nakrantíð appellerar og søkir undirtøku. Við øðrum orðum: mentan verður brúkt sum makt. Tjóðarligu symbolini snúgva seg um ein ímyndaðan felagsskap, sum er meira enn ein framleiðslufelagsskapur og bústaðarfelagsskapur. Tey eru myndaborin úttrykk fyri einum tjóðskaparsamleika og hava slóðað vegin fyri tjóðarbygging. Adriansen undirstrikar, at tað er samleikahugmyndin, sum gevur symbolunum gjøgnumslagskraft.
Tjóðarsymbol eru miðstødd í tjóðarbygging, og á henda hátt verður sóknast eftir tjóðarligum rótum og bondum til fortíðina.Við øllum sínum samleikaskapandi symbolum er tjóðarbygging ein inniliggering av statsborgaraskapinum. Sambært Øyvind Østerud og hansara framúrskarandi bók Hva er nationalisme? sosialiserast vit inn í tjóðskaparligar kodur í undirvísing, verjuni, í mentanarlívi osfr. Hetta eru kodur sum eisini meira og minni loða uppi við ella eru ein eykavirknaður við samskiftinum í fjølmiðlunum yvirhøvur. Tjóðarbygging er eitt harmoniskt prosjekt, har tað snýr seg um at gloyma ósamsvar og split og í staðin at dyrka úrvald minni. Hendingar úr fortíð ella mytologi verða tiknar fram og settar upp á ein piedestal sum sjálvsváttandi tjóðarsymbol.
Staturin er ein politiskur stovnur og eitt valdsmonopol, meðan tjóðin er eitt fólk við einum ávísum mentanarfelagsskapi og vilja til at hoyra saman. Tjóðin er ein ímynd um felags positiv virði og vísir seg sum bólkasamleiki og felagsskapskensla. Staturin og tjóðin eru tætt knýtt hvør at øðrum. Staturin verður styrktur av tjóðarliga felagsskapinum, solidaritetur sum Max Weber rópar tað, og tjóðin fær fyrimunir av statinum, sum verjir mentanarliga samleikan hjá fólkinum og tryggjar tjóðina territorialt. Ein politiskur samleiki er knýttur til statin og ein mentanarligur samleiki er knýttur til tjóðina. Og hesir skulu sameinast um statur og tjóð skulu passa saman.
At finna ella uppfinna tjóðskap
Ein væleydnað tjóðarsavning verður til í einum bólki av fólki, sum hava felags mentanarlig eyðkenni, sigur Adriansen. Hon tekur í hesum samanhanginum støði í mentan sum verandi bæði skapt og funnin, t.e. ein blandingur av nýggjum og gomlum:
Nationer bliver til gennem dannelsen af en kollektiv bevidsthedsforestilling om nationens almene værdier, og denne forestilling vokser og blomstrer ikke på stengrund. Den kræver en jordbund af en befolkning med et vist fælles erfaringsgrundlag, og ikke for store forskelle i kulturelle, religiøse eller sociale mønstre (Adriansen 27).
Á sama hátt sum kollektivi samleikin verður persónligi samleikin til í gníggingum millum einstaklingin á ein bógvin og sosialu, familjuligu, mentanarligu bakgrundina á hin bógvin. Eins og einstaklingurin samtíðis er úrslit av tí givna, t.e. av fortreytum, sum vóru til áðrenn hann/hon, og av tilvitaðum valum seinni í lívinum, soleiðis er mentan sum kollektivur samleiki bæði treytað av korum og ávirkanum og einum ynski hjá eftirtíðini at skapa ella fortelja fortíðina í sínari egnu mynd. Í hesum sambandi verða traditiónir bæði endurlívgaðar og uppfunnar, symbol skapt og vald burturúr. Adriansen hevur sostatt eina rúmliga fatan av samleika sum verandi ein blandingur av uttari ávirkan og tilvitaðum vali, ein blandingur av tí sum er og tolking av tí sum er. Hvørki samleikin hjá tjóðini ella einstaklinginum eru "rene kulturprodukter men snarere kulturelementer (Adriansen 2003: 23). Tjóðarbygging verður sostatt til í spenninginum millum arvað mentanareyðkenni og skapt ella konstruerað savningarmerki, sum nógv tjóðarsymbol eru.
Tjóðarsymbol
Granskarar kalla tjóðskaparsymbolini nationalismunnar altjóða grammatikk. Í flestu londum veksur fyrr ella seinni fram ein tjóðskaparmentan, har tjóðarsymbolikkur verður fastur táttur á skránni: tjóðardagur, tjóðarflagg, tjóðsangur og aðrir sangir, ríkisvápn. Talan er eisini um stjórnarskipanir, fólkafundir, fundarstaðir, søgulig minnismerki, heraldikk av ymsum slag, landsløg, hernaðarligar vígvøllir, søguligar hetjur, mytologiskar hendingar, veitslutiltøk, almenn ritual og nógv annað. Í hesari sprøklutu myndaverð endurspeglast ímyndingin um ein tjóðarligan felagsskap, og gjøgnum tey almennu skúlaverkini fáa fólk kunnleika til hesi hugtøk og hesi myndaligu úttrykk. Tjóðarsymbolini er ein tilvitað roynd at skapa ein felags royndarheim og á tann hátt at negla fólk saman.
Tørvurin á hesari samansjóðing hevur sum vera man eitthvørt við klovning at gera. Gamla einfalda lívsmynstrið í bónda- og handverksmentanini við sínum samanneglda tolkingarfelagsskapi datt sundur so hvørt sum moderniseringsgongdin vann fram. Í kenda essaynum Der Erzähler samanfatar týski mentanarfilosofurin Walter Benjamin hesa mentan í einum orði: nevniliga forteljarin. Tann mest týðandi leikluturin hjá frásøgufólkinum og søguni er at geva felags lívsroyndir víðari. Lívsroyndir eru sanna virðið í menniskjalívinum, og gjøgnum sínar søgur miðlar forteljarin praktisk ráð og vísdóm.
Eftir at munnliga frásøgufólkið í hesum grundleggjandi týdningi hvarv, varð roynt við nýggjum samansjóðingarhættum sum tjóðarsymbolum. Adriansen kallar tjóðarsymbolini eina mentala kálkblanding, og hon verður brúkt íðuliga í øllum statum við undantak av teimum, sum fáa sín myndugleika frá religión. Eisini einaræðisstatir brúka symbol fyri at lýsa sambandið millum stat og borgara. Tey mest aktuellu í hesum samanhangi eru øll tey uppgjørdu minnismerki, sum Saddam Hussein reisti til æru fyri seg sjálvan. Í harðrendum statum skal sterkari lútur til fyri at sannføra fólk um, at maktin og fólkið hava felags áhugamál. Symbolini gerast tískil ofta vulger og grovligt rópandi í sínum formmáli.
Tjóðskaparsymbol hálova einari stórfingnari fortíð og endurspegla dreymin um eina eydnuríka framtíð fyri tjóðina. Tjóðskaparsymbolini binda tað ítøkiliga í tað abstrakta og tað individuella í tað kollektiva, sigur Adriansen. Tjóðskaparsymbolini eru samtíðis ímyndin av tjóðini sum eitt søguligt framhald við tøttum sambandi millum fortíð, nútíð og framtíð. Symbol, minnismerki og rituellar pallsetingar av ymsum slag gera sítt til fyri at geva tilveruni innihald við at vera samleikaskapandi bæði á persónligum og samfelagsligum stigi. Tjóðin savnar gomlu lokalmentanirnar ella sum Tróndur Olsen, segði um slupptíðina, at umborð kastaðu føroyingar bygdahamin av sær og blivu føroyingar. Soleiðis endurskapast felagsskapskenslan.
Føroysk tjóðarsymbol
Eyðkent fyri ungar tjóðir er, at symbolini mest eru av fólksligum slag, t.e. bundin til ítøkilig fyribrigdi. Hetta sæst aftur í føroyska tjóðarsymbolikkinum, sum við føroyska bátinum (kapprógving verður enn kallað tjóðarítrótt føroyinga) tekur evni úr føroyskari handverkara- og vinnumentan og við veðramerkinum, tjaldrinum og lundanum heintar hugskot síni úr natúrini. Herumframt kunnu nevnast symbol sum føroyskur matur ella rættir sum sagt verður í dag, føroyska flaggið, føroysk klæði, føroyskur dansur, kirkjubøstólarnir og onnur fornminni við sterkum signalvirði, frímerkini, sum geva eina mynd av føroyskari natúru og mentan. Frímerkini eru millum tey mest týðandi tjóðarsymbolini. Tey frímerki, sum Postverk Føroya gevur út eru úrslit av einum gjølliga umhugsaðum, men tó ikki beinleiðis orðaðum mentanarpolitikki hjá Postverki Føroya: at gera Føroyar kendar fyri vakra natúru, spennandi mentan osfr. Øll hesi symbol eru at meta sum mentanarlig úttrykk fyri tjóðarligum samanhaldi, sjálvstilvitan og framburðstrúgv.
Nøkur føroysk symbol eru vorðin til meira og minni sum marknavísarar mótvegis tí danska. Nýggjasta dømi um hetta er standmyndin hjá Hans Paula Olsen av Nólsoyar Páll í Vágsbotni. Myndin vísir søguliga nólsoyingin, sum skoðar út móti heimaoynni og heiminum við einum tjaldri og einum ravni flúgvandi yvir høvdinum. Hugkveikingin til hetta verk er sum øll vita tikin úr Fuglakvæðnum hjá Nólsoyar Pálli sjálvum, har føroyingar, myndaðir sum tjaldrið verða jagstraðir av donskum embætismonnum, ravnium. Hetta er algongda tolkingin av Fuglakvæðnum, og hetta er ivaleyst tann søguligt korrekta tolkingin. Tá føroysk tjóðarsymbol eru marknavísarar er talan um eyðsæddar munir millum Føroyar og útheimin serliga Danmark, sum hava við ymiskt veðurlag, lívsmynstur, samleiki, mál og mentan at gera. Vit kenna reglurnar hjá H.A. Djurhuus úr sanginum Tá ið teir sóu landið:
Hetta landið var "landið"
og betri enn onnur lond.
- og reglurnar hjá Rasmus Effersøe í So vakrar moyggjar:
Í øðrum londum teir gera mat,
sum rætt og slætt kann kallast evja;
"týskar klumpar" og "franska sós"
og mangt og hvat tey saman vevja,
Eg skerpikjøt og rikling vraki ei,
gev mær bara tvøst og spik og seið;
gásin væl gødd
og seyðarhøvd,
tað er tann kostur, sum mær dámar.
Í nevndu sitatum eru týðiligar markeringar í luftini mótvegis ?tí útlendska?, men yrkingarnar báðar eru fyrst og fremst bornar av tokka til føðilandið. Og tað er eisini hesin tokki, sum er altvaldandi í fosturlandssangunum. Tað snýr seg ikki fyrst og fremst um at steingja heimin úti, men um at styrkja føroyska felagsskapskenslu. At tjóðskaparyrkingin og tjóðskaparromantikkurin gjørdust langlívað og einsljóðandi, innibyrgd og útihýsandi er vælkent frá bæði rithøvundum og skribentum sum William Heinesen, Chr. Matras, Karsten Hoydal - ein linja sum Jóanes Nielsen, Tóroddur Poulsen og Kim Simonsen á ymsan hátt hava dagført.