Tjóðskjalasavnið vil skjalfesta koronatíðina

Tjóðskjalasavnið fer nú undir at skjalfesta tíðina við covid-19 farsóttini.

Tjóðskalasavnið sigur í dag, at nú føroyska samfelagið er í undantaksstøðu vegna covid-19, ynskir savnið at savna inn tilfar bæði frá privatfólki og virkjum, ið skal skjalfesta tíðina við smittuni.

Talan er um tilfar, ið myndar gerandisdagin, sigur Tjóðskjalasavnið.

– Tað hevur sera stóran týdning, at vit standa saman um at skjalfesta koronu-tíðina, og nú hevur tú møguleikan at vera við til at skriva føroyska søgu. Send okkum tilfar, ið myndar tín gerandisdag í hesum koronu-tíðum. Tjóðskjalasavnið hevur áhuga fyri øllum, alt frá broyttum arbeiðslívi til sóttarhald og har ímillum, alt er áhugavert, og vit royna at fáa so breitt tilfar sum gjørligt.