Eitt av feskastu kjakevnunum undir grønlendska valstríðnum til danska Fólkatingið er, um Grønland framhaldandi skal verða partur av Norðuratlantsbólkinum. Lars-Emil Johansen, sum ikki bjóðar seg fram til fólkatingsvalið, sigur, at umstríddi Høgni Hoydal, sum hann rópar formannin í Tjóðveldi, forðar Grønlandi fyri breiðari samstarvi í Fólkatinginum, og heitir á IA um at taka seg úr Norðuratlantsbólkinum.
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, heldur tað vera sera óheppið og ódámligt, at hansara persónur og flokkur verður dálkaður og drigin upp í grønlendska valstríðið.
- Hatta er eitt skipið vápn fyri at vinna atkvøður, serliga tá Lars-Emil Johansen ikki er í uppskoti til fólkatingsvalið. Sannleikin er, at Norðuratlantsbólkurin hevur fingið meira av skafti, síðani hann fór úr. Fyrimunirnir við bólkinum eru, at vit eru ein sterkari rødd og kunnu samstarva við allar flokkar á Fólkatingi, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.
Lars-Emil Johansen heldur ikki, at Norðuratlantsbólkurin gloppar hurðini fyri størri samstarvi við aðrar flokkar. Les meira HER
Inuit Ataqatigitt heldur fast um samstarvið í Norðuratlantsbólkinum og heitir samstundis á føroysku og grønlendsku fólkatingsumboðini um at luttaka í bólkinum. Les meira HER.