Tjaldrið vann í heimasjógvi

Aftur í dag var nýggjur vinnari í FM kappingini millum dreingjamanningar

Tað var dramatikkur og ógvuliga stórur spenningur, tá ið dreingjamanningarnar kappaðust í dýrdarveðrinum á Skálafjørðinum ídag.

Fyri tveimum vikum síðani vann Fípan Fagra í heimasjógvi í Klaksvík. Fyri einari viku síðani vann Junkarin úr Kvívík, tá ið tað varð kappast í Hvalvík í Norðstreymi, og í dag vóru tað dreingirnir á Tjaldrinum hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ, sum vunnu í heimasjógvi.

 

Talan var um sera spennandi og skiftandi kapping. Junkarin úr Kvívík legði bragdliga fyri og tiltuskaði sær skjótt eina hálva bátslongd, og tá heldur longdist enn styttist tað millum Junkaran og næstu avbjóðararnar, Fípuna Føgru og Tjaldrið, sum lógu undir hvør sínum borði á Junkaranum.

 

Tá ið málið var hálvrógvið, tók Tjaldrið Junkaran, og Fípan Fagra fylgdi við. Junkarin smokkaði aftur ímillum hinar báðar, og fram ímóti málinum var tað sera tætt og spennandi. Fípan Fagra át seg so við og við inn á Tjaldrið. Guli báturin megnaði tó at halda seg frammanfyri. Á málinum var tað mest sum stavn um stavn, og kanska fór Fípan framum Tjaldrið í næsta takinum. Men tað er á sjálvari málstrikuni, at tað verður avgjørt, og tá var Tjaldrið hálva reingina undan Fípuni.

 

Frúgvin úr Miðvági var klárt nummar fýra, og fjarstøðan fram til triðja plássið var so mikið lítil, at møguleikin kann ikki útilokast fyri, at tað næstu vikurnar kann verða uppaftur ein annar vinnari enn teir tríggir, sum higartil hava vunnið hesa kappingina.

 

1 Tjaldrið  05:03:21

2 Fípan Fagra  05:04:04

3 Junkarin  05:07:16

4 Frúgvin  05:08:22

5 Kollur  05:11:14

6 Sílið  05:12:03 

7 Teistin  05:12:18

8 Jallurin  05:18:00

9 Beinta  05:18:21

10 Ritan  05:27:12