Umframt Fíggingargrunnin frá 1992, so standa í dag tveir partaeigarar á yvirlitinum yvir stórpartaeigarar í Føroya Banka. Stórpartaeigarar eru eigarar, sum einsamallir hava valdið á í minsta lagi 5% av partapeninginum.
Teir báðir eigararnir eru Sp/f Kvettið, sum Jákup á Dul eigur, og Skrínið Sp/f, sum er partur av P/F Tjaldur. Tey bæði feløgini hava keypt partabrøv fyri 136 milliónir, svarandi til 7,20% av samlaða partapeninginum.
Tað hevur skapt bæði undran og øsing millum aðrar íleggjarar, at tveir einstakir partaeigarar hava fingið loyvi at tekna somikið stóran part av samlaða útboðnum. Hetta samstundis sum hópur av øðrum keyparum stendur eftir við millum 2% og 20% av tí, sum hesir høvdu teknað seg fyri.
Viðgjørt hvør sær
Í tíðindaskrivinum, sum Føroya Banki sendi út, tá partabrævatekningin var av, stóð at lesa, at ávísur býtislykil var galdandi fyri smærru íleggjararnar. Men at hesin ikki var galdandi fyri størru íleggjararnar. Hesir vórðu ístaðin viðgjørdir einsæris. Og við tveimum eigarum við 136 milliónum hvør, tykjast hesir eisini vera viðgjørdir so ruddiliga einsæris.
Spurningurin er tí, hví einstakir keyparar eru tiknir fram um aðrar. Og – ikki minst – hvørji kriterium eru nýtt, tá hesir eru valdir.
Tað er Fíggingargrunnurin, sum fyrrverandi eigari, ið saman við útlendskum ráðgevum hevur staðið fyri einskijlingini. Vit royndu í dag at fáa viðmerkingar um málið frá Eyðun á Rógvi, formanni í Fíggingargrunninum. Men hann sat á fundi, og fekk tískil ikki gjørt viðmerking, áðrenn blaðið fór til prentingar.
Mynd: Eyðun á Rógvi
Formaðurin í Fíggingargrunninum fekk ikki gjørt viðmerkingar til partabrævabýtið millum stovnsíleggjarar, áðrenn blaðið fór til prentingar