Olaf Johannesen, sjónleikari. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Tjóðleikhúsið kann bara liggja í Havn

- Bygdamentanin, og alt gott um hana, er um at køva alt, sum hevur við fría leiklist at gera.

Olaf Johannesen, sjónleikari. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Tað sigur Olaf Johannesen, sjónleikari, við Birkblog hjá Birgiri Kruse.

 

– Tað er so týðiligt at hesir bygda- og landspolitikkarar fullkomiliga hava misskilt, hvat ein frí leiklist kann og skal. Somuleiðis hvat eitt Tjóðleikhús kann og skal, sigur kendi føroyski sjónleikarin í Danmark. 

 

- Eitt Tjóðleikhús er ikki eitt glæntrihús til representatiónir og konferansur, men eitt livandi stað, sum andar og livir í tíðini, og í tí umhvørvi, har tað er staðsett. Sum er opið at detta inn í, og sum spontant letur hurðar og vindeygu upp til tað umhvørvið, tað stendur í, sigur Olaf og slær staðsetingina fasta við hesum orðum:

 

- Tí, og bara tí, kann tað ikki liggja aðrastaðni enn í Havn, og ikki í onkrum dali ella í onkrari bygd. Men í mínum eygum skilja hesir politikarar og embætisfólk ikki, hvat livandi leiklist handlar um, og hvat eitt Tjóðleikhús kann og skal, sigur okkara kendasti sjónleikari, Olaf Johannessen, við Birkblog í dag.

 

Lesið meira á Birkblok

 

 

 

Olaf Johannesen, sjónleikari. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen