Sum fundarstjóri á eykaflokstingi í Havn 24. januar og á regluliga flokstingi floksins í Vági 20. og 21. mars skal hervið verða sagt frá, at eingin stórvegis ósemja yvirhøvur, heldur ikki um luttøku floksins í farna fólkatingsvali, hevur verið.
Á fundinum í Vági um vikuskiftið var hvørki formans- ella løgtingsval tikið upp á tungu uttan í fundarlýsing, har full semja var um, at løgmansevni floksins skuldi finnast aftan á komandi løgtingsval.
Tjóðveldiskvinnur og
-menn eru fullsamd um í sátt og semju at virka fyri einum frælsum Føroyum, og kunnu ikki annað enn harmast og venda øllum royndum, ið forða fyri hesum, bakið.
Vági 25. mars 98
Hergeir Nielsen