Ætla at gera íløgur fyri 52 milliónir

Runavíkar býráð roknar við, at inntøkurnar í 2020 vera 226 milliónir krónur

Runavíkar býráð samtykti á fundi í kvøld fíggjarkarmin fyri 2020.

Tað verður roknað við, at inntøkan verður 226 milliónir krónur.

Raksturin fer at kosta 158 milliónir krónur, og ætlanin er at fremja íløgur fyri 52 milliónir. Við øðrum orðum er ætlanin, at knappliga fjórða hvør króna, sum fæst inn í skatti og øðrum inntøkum, skal brúkast til íløgur.

Tað er sambært lóg, at kommunurnar fyri 1. oktober skulu hava samtykt ein fíggjarkarm fyri næsta fíggjarár. Nú verður farið undir at leggja fíggjarætlan fyri 2020.

Millum stóru íløgurnar, sum standa fyri framman hjá Runavíkar kommunu, eru útstykkingar. Roknað verður við, at tað innanfyri hálvtannað ár vera omanfyri 100 grundøkir til sølu í Runavíkar kommunu.