Allir føroyingar skulu nú hava eina eyka rokning upp á 30 milliónir fyri at fylla holið í landskassanum.
Fyri at minka um hallið á fíggjarlógini ætlar landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, at áleggja øllum eitt eyka oljuavgjald, sum tilsamans fer at geva honum 30 milliónir eyka í landskassan.
Tað upplýsti hann fyri sínum egnu veljarum á fundi fyri javnaðaráhugaðum havnarfólki í gjárkvøldið.
Hann segði, at hetta er ein partur av telvingini í samgonguni um fíggjarlógina fyri næsta ár.
Men hann legði afturat, at hetta er eisini eitt av málunum, sum samgonguflokkarnir eru ósamdir um.
Eykagjald á hvønn litur
Jóannes Eidesgaard sigur, at hansara uppskot er, at nú skal eitt eyka oljuavgjald upp á 10 oyru leggjast á hvønn einasta litur av olju, oljuúrdráttum og bensini, sum verður selt í Føroyum.
Hetta skal bæði vera galdandi fyri skip, vinnulív á landi og vanlig fólk.
Fyri at fáa tað at glíða lættari niður, verður hetta ikki kallað oljuavgjald, men eitt CO2 avgjald.
Frammanundan betala húsarhald eitt oljuavgjald upp á 80 oyru fyri liturin.
Og samstundis sum ætlanin er at áseta eitt serligt oljuavgjald upp á 10 oyru fyrl liturin, er ælanin at lækka avgjaldið til vanlig húsarhald niður í 70 oyru, so at tey ikki verða harðari rakt, enn tey eru nú, men koma at betala tað sama.
Hvørt ár verða einar 270 milliónir litrar av olju seldir í Føroyum og hetta fer at geva landskassanum eina eyka inntøku upp á 38 milliónir krónur, upplýsti Jóannes Eidesgaard.