Ætlanin at gera golfvøll á Glyvursnesi er komin nógv nærri

Nú er ein stór forðing fingin av vegnum

Nú er golfvøllurin á Glyvursnesi í eygsjón. Tað staðfesti Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, á býráðsfundi í Havn í gjárkvøldið.

Ætlanin var, at býráðið skuldi viðgera golfvøllin í gjárkvøldið, men tað eydnaðist ikki, tí nakrar góðkenningar mangla.

Ein heilt stór forðing fyri at fremja ætlanina um golfvøllin, hevur verið, at tað hevur ikki eydnast at fáa semju um lendið á Glyvursnesi, har vøllurin skal vera.

Men borgarstjórin upplýsti, at eftir drúgvar samráðingar, er tað nú etdnast Tórshavnar Kommunu, Búnaðarstovuni, og festaranum á Glyvursnesi, at semjast um ein sáttmála fyri lendið.

Men bæði Fiskimálaráðið og Búnaðargrunnurin skulu góðkenna sáttmálan. Tær góðkenningarnar skuldu koma í farnu viku, men tað eydnaðist ikki og nú er umbøn komin um at leingja freistina til í næstu viku. 

Men Annika Olsen sigur, at nú er golfvøllurin í eygjón og at nú verður bara bíðað eftir, at Búnaðargrunnurin, og Fiskimálaráðið góðkenna sáttmálan.

Ætlanin hevur verið at gera ein golfvøll í fullari stødd við 18 holum, men ætlanin, sum nú verður arbeitt við, er ein hálvur vøllur við níggju holum, har trý hol verða gjørd um árið. Tó skal bera til at byggja hann út til 18 hol seinni. Lendið, tey skulu brúka til at gera ein hálvan golfvøll, er 270.000 fermetrar. Tilsamans er ein hálvur vøllur mettur at kosta 27 milliónir krónur.