Hvør skal gera av, hvussu føroysk lóg skal síggja út?
Hesin spurningurin bleiv rættiliga áhugaverdur í hesum valskeiðnum; serliga í samband við nýggju fiskivinnulóggávuna, sum Føroya Løgting samtykti stutt fyri jól 2017. Longu áðrenn lógin var samtykt legði hollendska og íslendska stjórnin – bæði beinleiðis og umvegis politiskar og vinnuligar farvegir - trýst á landsstýrið við kravi um at broyta tann partin í uppskotinum um fiskivinnunýskipan, sum snúði seg um útlendskan eigaraskap.
Og aftaná hevur íslendska stjórnin meira ella minni kravt av føroysku myndugleikunum, at landskassin skal rinda íslendskum fyritøkum endurgjald fyri mist veiðirættindi. Hetta krevur stjórnin, sjálvt um íslendsku fyritøkurnar, sum í løtuni eiga í føroyskum fyritøkum, sum hava veiðirættindi um hendur, hava fingið 17 ára uppsagnartíð. Tíggju ár frá tí, at loyvini blivu uppsøgd í 2007 og fimm + tvey ár eftir at lógin um sjófeingi var samtykt.
Tað kemur tó slett ikki upp á tal, at landskassin skal rinda útlendskum íleggjarum endurgjald fyri nakað, sum teir ikki hava krav uppá. Halda tey seg hava rætt til endurgjald, so mugu tey royna málini í rættarskipanini. Soleiðis virkar tað í Føroyum, júst sum tað ger í Íslandi og í Hollandi.
Nú er tað einaferð Føroya Løgting, sum ger av, hvørjar lógir eru galdandi her á landi. Og í desember 2017 gjørdi okkara parlament av, at útlendingar framyvir ikki skulu eiga í føroyskum fyritøkum, sum hava veiðurættindi um hendur. Og henda veruleika skulu útlendskir íleggjarar fyrihalda seg til.
Sjálvur var eg eitt sindur í iva, um hetta var rætti vegurin at fara. Sum liberalur politikari er mítt sjónarmið, at útlendingar saktans kunnu eiga í fyritøkum í øðrum londum, og eg ivaðist í, um tað var rætt at banna útlendingum at eiga í fiskivinnufyritøkum. Tá vit vita, hvussu onnur lond verja síni veiðirættindi, og hvussu ágangandi íslendingar og hollendingar hava verið ímóti lóggávurætti hjá føroyingum um egið tilfeingi, hevur hetta sannført meg um, at henda ásetingin er røtt. Tí sjálvandi skulu føroyingar hava tamarhald, og ræðið, á rávørurættindunum í Føroyum.
Av øllum áttu íslendingar, ið hvussu er, at skilt hesa støðu. Men tað vil íslendska stjórnin ikki, og hon er farin so langt, at hon hevur sett Hoyvíkssáttmálan upp á spæl fyri at fáa sín vilja.
Tað undrar meg stórliga, tí íslendingar fáa væl meira burtur úr Hoyvíkssáttmálanum enn vit gera. Tað skal tó ikki leggjast teimum til last, at teir hava dugað betur enn vit í so máta; tað er bara ein staðfesting. Tað skal ikki vera nøkur loyna, at vit í øll árini hava víst á, at íslendingar verja síni rættindi og bróta sáttmálan. Men higartil hava vit ikki megnað at flyta eitt komma.
Kortini sær út sum, at íslendska stjórnin treytar fría handilssamstarvið millum londini við, at íslendingar skulu gera av, hvør skal eiga rættindi í Føroyum.
Tann rættin hava íslendingar ikki. Tí tá virða teir ikki okkara lóg og tað signalið dámar mær illa.
Spell er tað tó, at samskiftið millum føroyingar og íslendarar er fari so av kós. Eg loyvi mær tó at ivast í, um íslendska fólkið stendur aftanfyri, at áhugamálini hjá einum íslendskum stórreiðara í Føroyum verða tikin framum dagliga samhandilin og samskiftið millum íslendingar og føroyingar.
Mær dámar heldur ikki hitt signalið úr Íslandi, haðani tað frættist, at íslendska stjórnin bíðar til eftir valið at gera nakað. Sambært íslendska útvarpinum so sær hon møguleikar fyri, at ásetingarnar um útlendskan eigaraskap vera broyttar, um andstøðan í løgtinginum sleppur til valdið eftir komandi løgtingsval.
Ella kanska hevur íslendska stjórnin fingið beinleiðis lyfti um hetta frá andstøðuni. Tá er talan um beinleiðis grova uppíblanding í føroysk viðurskifti, sum er uttanfyri alt mark.
Fyri mær at síggja er bara eitt at gera. Tað er, at vit føroyingar standa saman um at verja okkara viðurskifti. Útlendingar kunnu framvegis eiga í virkjum á landi, og tað skulu teir framhaldandi vera væl komnir til. Men teir sleppa ikki at seta seg á veiðirættindi. Tey eiga vit sjálvi – og eingin annar.
Poul Michelsen, form
Framsókn