Útlendskar avbjóðingar til bestu liðini

Føroyski fimleikurin spílar seg út og hevur møguliga fleiri avbjóðingar at bjóða fimleikarunum uttan fyri landoddarnar. Leygardagin 6. mars og sunnudagin 14. mars eru stórkappingarnar í rútmiskum fimleiki í Runavík, og vinnandi liðini fáa øll okkurt burtur úr sigrum sínum

fimleikur

Stórkappingin í rútmiskum fimleiki verður hesa ferð í ítróttarhøllini í Runavík og verður hon í tveimum. Leygardagin 6. mars kappast smágentur og kvinnur, og sunnudagin 14. mars kappast pinkur og gentur. Báðar dagar byrja kappingarnar klokkan 15.
Feløgini, sum eru við í stórkappingini í ár, eru Støkk av Glyvrum, Flog úr Fuglafirði, Havnar Fimleikafelag og Ljósið úr Havn.
Kappingin hjá smágentum leygardagin 6. mars er við tveimum serium, einari fríari og einari amboðsseriu við hoppibondum. Tá tær eru lidnar, fara kvinnurnar at kappast, somuleiðis í tveimum serium, har amboðini eru vimplar.
Góða viku seinni, sunnudagin 14. mars, verður lagt fyri við pinkum, ið hava eina seriu, áðrenn genturnar fara at kappast í tveimum serium, har tær hava bóltar sum amboð.
Stórkappingin er bert eina ferð um árið, men tá kunnu fimleikararnir eisini vísa øll síni kynstur, eftir at vant hevur verið dúgliga síðani september mánað.

Donsk vitjan
Dømingin í føroysku stórkappingini í fimleiki er tann sama, sum verður brúkt í Danmark. Tað vil siga, at dømt verður tøkniliga, listarliga og eftir framførslu.
Yvirhøvur leggur føroyski fimleikurin seg eftir at nøkta somu krøv sum aðrastaðni, og tí hevur tað eisini ligið væl fyri hjá føroyskum fimleikaliðum, sum eitt nú hava verið við til stórar danskar kappingar.
Ein síðuvinningur hjá bæði gentum og kvinnum er, at vinnandi liðini sleppa við sum gestalið til kappingina um danska meistaraheitið í apríl og mai.
Undanfarnu árini hevur eitt lið verið við til hesa kapping, og hvørja ferð hevur verið staðfest, at føroysku fimleikararnir standa seg framúr væl millum bestu donsku liðini.
Samstarvið gongur tó eisini hinvegin, tí til ta seinnu stórkappingina kemur kvinnuliðið hjá Greve á vitjan sum gestalið. Venjari hjá liðnum er væl kenda Helle Storm.
Eins og føroysku liðini í donskum kappingum verða dømdar á sama stigi sum donsku liðini, fer liðið hjá Greve eisini at fáa karakter, eins og føroysku kvinnuliðini.
Einki er at ivast í, at hetta ger kappingina enn meira spennandi, tí liðið úr Greve er gott, og eisini eru tað hesum fimleikarunum, føroysku kvinnurnar skulu kappast ímóti, tá kappingin um danmarkarmeistaraheitið verður.

Heiðursmerki og steyp
Trý tey bestu liðini í stórkappingini fáa heiðursmerki fyri hvørja seriu sær, umframt at ognarsteyp verður latið fyri samanlagda úrslitið.
Í sambandi við kappingarnar hevur Fimleikasamband Føroya sølubúð við kaffi, køkum og øðrum, umframt at tombola verður til frama fyri eitt fimleikagólv/-teppi og stuðul til teir fimleikarar, ið seinni skulu til Danmarkar at kappast.
Fimleikasambandið sigur seg vóna, at nógv fólk kemur til stórkappingina í Runavík bæði leygardagin 6. mars og sunnudagin 14. mars. Atgongumerkini kosta 80 krónur fyri vaksin og 10 krónur fyri børn.