Fyri umleið 40 árum síðani var Skipafelagið Føroyar eitt tað mest vælkonsolideraða felag í Føroyum og kundi av røttum kallast eitt av flaggskipunum í føroyskum vinnulívi. Uttan at fara at kritisera leiðsluna í hesum felag á hesum stað, kunnu vit bert staðfesta, at tað er gingið afturá síðani Skipafelagið Føroyar var flaggskip í føroyskari vinnu, til at man nú hevur sæð seg noyddan til at selja hetta gamla føroyska partafelag til íslendingar. Er hetta nakað vit føroyingar eiga at leggja nakað í? Kann tað ikki gera tað sama, hvør eigur felagið?
Um man lurtar eftir teim meira stívrendu búskaparfrøðingunum, so kann tað gera tað sama, hvør eigur eitt felag, tí at eigarin vil altíð disponera soleiðis, at hann fær sum mest burturúr. Er hetta altíð so? Hví hava td. hetlendingar sett so nógvan pening í Smyril Line. Man tað ikki partvíst verða tí, at man ynskir ein ávísan aktivitet í hetlendska samfelagnum, altso ein máti at subsidiera hetlendska lokalsamfelagið uppá, heldur enn at grunnurin, ið hevur sett peningin í, ynskir reint avkast av íløguni? Hví hava mangir føroyingar sett pening í feløg, ið einki vinningsbýti hava útgoldið nakrantíð? Man hetta ikki verða, tí man vil hava eitt ávíst virksemi ella tí, at man av nationalum grundum vil hava td. eitt flogfelag?
At nógvar íløgur verða gjørdar av øðrum orsøkum, enn slíkum, ið kunnu metast at verða tær mest fornuftigu reint búskaparliga, er ein sannroynd, ið føroyskir búskaparfrøðingar mugu fyrihalda seg til, tá teir analysera føroyska samfelagið. Tað nyttar ikki at ganga út frá, at føroyingar uppføra seg sum tann økonomiski maðurin úr búskaparligum lærubókum, tá hann td. heldur setur pengar í eitt føroyskt skipafelag við lítlum avkasti, heldur enn at gera íløgur á Københavns Fondsbørs við nógv størri avkasti. Td. eru nógv dømi um fyrtøkur, ið í kreppuárunum høvdu betýðiligt lægri avkast, enn um eigarin setti peningin í statsobligatiónir ella enntá í bankan, men hóast hetta, helt virksemið áfram. Hví tað? Man tað ikki verða tí, at tað fyri nógvar føroyskar íleggjarar ikki er líkamikið, um aktiviteturin, ið íløga verður gjørd í, er her á landi ella aðrastaðni. Føroysk feløg hava søguliga sæð víst, um ikki so forferdiliga nógv, so eitt sindur av sosialari ábyrgd yvirfyri tí samfelag, tey virka í. Hetta kann ikki í sama mun væntast frá einari útlendskari fyritøku.
So koma vit til tann áhugaverda spurningin. Kann tað hugsast at verða nakar vansi, um t.d. íslendarar settu seg á allan føroyskan skipaflutning? Svarið er ja, tí at á sama hátt sum føroyingar viðhvørt handla út frá øðrum grundum enn teimum reint búskaparligu, so handla íslendarar eisini viðhvørt útfrá meira kenslumessigum grundum, ella kunnu hugsast at ofra partar av virðisketuni fyri at nøra um aðrar partar.
Suboptimering er eitt vælkent hugtak. Ein fyritøka vil altíð royna at optimera samlaða úrslitið í einari koncern. Kann hetta gerast uppá bekostning av úrslitinum í einum útlendskum dóttirfelag, so eigur eingin at verða kløkkur av hesum. Vildi ein íslendsk fyritøka suboptimera hinvegin, so at til dømis eitt føroyskt dóttirfelag fekk størri vinning uppá bekostning av úrslitinum í einum íslendskum felag? Svarið uppá hendan spurning eigur at geva okkum svarið, um tað bara vildi verið gott, um íslendarar sótu á øllum skipaflutningi til og úr Føroyum.
Sosialurin