Ein frágreiðing, sum mannarættindasendimaðurin hjá ST, Cherif Bassiouni, hevur skrivað, avdúkar, at teir 18.000 útlendsku hermenninir í Afghanistan og afghanski stjórnarherurin hava framt fleiri brot á altjóða reglur og lógir. Millum annað eru fleiri frásagnir um, at sivilfólk eru pínd, og at fleiri hava verið fyri kynsligum ágangi. Dráp eru heldur ikki óvanlig. Harafturat eru mong dømi um tilvildarligar handtøkur, sum minna meiri um lógloysi enn nakað annað.
- Tá hermenninir fremja slíkt, sum er beinleiðis brot á altjóða mannarættindi og fólkarættin, taka teir støðið undan øllum ætlanum um at skipa Afghanistan sum eitt rættarsamfelag, skrivar Cherif Bassiouni í frágreiðingini.
ST-sendimaðurin kærir seg um, at hvørki hann ella nakar annar sendimaður hjá ST hevur fingið atgongd til tey amerikonsku fongslini í Afghanistan. Tey seinastu árini eru minst átta fólk deyð, meðan tey hava verið í varðhaldi hjá amerikanarunum. Pentagon hevur sagt, at málini eru kannað, men at at frágreiðingarnar eru loyniligar.
Mannarættindafelagsskapirnir Amnesty International og Human Rights Watch taka undir við atfinningunum hjá Cherif Bassiouni. Human Rights Watch sigur, at teir útlendsku hermenninar vísa alt ov lítla virðing fyri fólkarættinum.
Av teimum 18.000 útlendsku hermonnunum í Afghanistan eru 17.000 úr USA. Hinir 1.000 eru úr fleiri londum, teirra millum Danmark og Noregi.