? Kann landsstýrismaðurin vátta ella avsanna um nakað fiskiloyvi er útskrivað yvirhøvur síðani verandi samgonga varð skipað?
Henan spurning vil Tórbjørn Jaocbsen, løgtingsmaður Tjóðveldisflokkin, hava Bjørn Kalsø, fiskimálaráðharra, at svara sær á tingfundinum í dag, 14. apríl.
Tórbjørn Jacobsen sigur, at tað hevur gingið sum rótasúpan úti á feltinum og millum línumenn, at nýggi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur útskrivað einum garna/línuskipi eitt sonevnt bankaloyvi. T. v. siga loyvi til at veiða á Føroya banka umframt tey loyvi, sum skipið hevur frammanundan.
? Fyrispurningurin verður settur fyri at landsstýrismaðurin skal fáa møguleikan at avsanna uppáhaldið, um eingi er í hesum tosi, sigur Tórbjørn Jacobsen.
? Men váttar landsstýrismaðurin hinvegin, at hann hevur útflýggjað eitt loyvi, sum vælsaktans økir um fiskidagatalið og veiðitrýstið, í mun til avgerðina hjá løgtinginum eftir ólavsøku seinasta ár, so mega tingmenn fáa at vita ,hvørjar orsøkirnar eru til at framíhjárættindi nú knappliga skulu galda fyri einstøk skip og reiðarí, sigur Tjórbjørn Jacobsen.
Spurningarnir, sum tjóðveldistingmaðurin setir fiskimálaráðharranum eru soljóðandi:
1)Kann landsstýrismaðurin vátta ella avsanna um nakað fiskiloyvi er útskrivað yvirhøvur síðani verandi samgonga varð skipað?
2)Um so er at nakað loyvi er útskrivað, hvat slag av loyvi er talan tá um og í hvørjum bólki, sambært § 28 i lógini um vinnuligan fiskiskap, var hetta loyvi latið?
3)Um so er at nakað loyvi er útskrivað, hvørjar orsøkir lógu tá til grund fyri avgerðini um at útskriva viðkomandi skipi/skipum loyvi?
4)Um so er at nakað loyvi er útskrivað, hvørjir persónar í Fiskimálaráðnum hava tá undirskrivað loyvi áðrenn tað varð útflýggjað viðkomandi móttakara?
5)Um so er at nakað loyvi er útskrivað, er samlaða fiskidagatalið og harvið veiðitrýstið tá økt í mun til viljan hjá Føroya Løgtingi?