Todi hevur givið avboð

Fremsta føroyska álopsessið verður ikki við á ferðini til Sveis, tí ein skaði í lærinum heldur honum burtur frá fótbólti í tvær ella tríggjar vikur

Tað kom sum ein stórur skelkur fyri spælararnar og venjaran, tá tað undan dystinum millum Herfølge og FCK gjørdist greitt, at Todi Jónsson er skaddur. Seint seinnapartin mánadagin setti Todi Jónsson seg í sambandi við Allan Simonsen og boðaði honum frá, at tað ikki ber honum til at fara við til Sveis.

? Undir venjing sunnudagin fekk eg ein vøddaskaða í lærinum. Hann er so mikið álvarssamur, at eg rokni við at vera noyddur at binda frið frá fótbóltinum í tvær ella tríggjar vikur, sigur ein harmur Todi Jónsson úr Keypmannahavn.

Todi varð skaddur frammanfyri á lærinum, tá hann var í Føroyum og spældi landsdystin ímóti Slovenia. Nýggi skaðin hevur einki við tann skaðan at gera.


Spennandi í Sveis

Tá vit tosaðu við Toda hevði hann akkurát hugt at dystinum í Herfølge. Hann helt, at Jákup Mikkelsen hevði spælt ein framúr góðan dyst. Todi førddist sjálvandi um, at FCK fekk øll stigini, men hann helt samstundis, at tað er hart at vera málmaður.

? Jákup gjørdi bara eitt mistak í øllum dystinum, og tað kostaði eitt mál. Alllir hinir á vøllinum kunnu gera mistøk, uttan at tað beinleiðis kostar nakað serligt.

Todi Jónsson harmast um, at hann ikki sleppur við landsliðnum til Sveis:

? Eg rokni við, at tað verður ein sera spennandi avbjóðing. Sveisararnir fara ivaleyst at kenna trýst á sær at mynda spælið, og eg ivist onga løtu í, at tað ikki fer at eydnast okkarra monnum at fáa møguleikar fyri kontraálopum, heldur Todi.

Einki er at ivast í, at venjarin, spælararnir og allir hinir í hópinum harmast um avboðið hjá Toda, tí tað er júst hann, sum er besti maður í snarálopunum.

Landsliðsvenjarin gjørdi mánakvøldið av at senda boð eftir Jákupi á Borg, sum ikki hevur verið í hópinum tær seinastu ferðirnar.