Todi hevur møguleika fyri medalju

Start spældi í gjár ímót Stabæk í norsku tippuliguni, og dysturin, sum var á útivølli, endaði við 2-2 javnleiki. Stabæk, sum eisini liggur í toppinum, legði seg á odda stutt fyri hálvleik, men danski álopsspælarin David Nielsen javnaði fyri Start 8 minuttir eftir steðgin. Stabæk legði seg aftur á odda í 59. minutti, men Start javnði tríggjar minuttir seinni. Todi Jónsson kom inn, tá ið tað restaðu sjey minuttir, men hann fekk einki gjørt fyri at broyta javnleikin. Start hevur framvegis møguleikan at vinna heiðursmerki.