Todi og Óli eru tøkir aftur

Í føroysku leguni í Spania ætla teir ikki at spara upp á krútið í royndini at koppa íslendingum fyri fyrstu ferð

Seinnapartin í dag klokkan 13 verður seinni landsdysturin á venjingarleguni í Spania spældur. Føroyar skulu spæla ímóti Íslandi, og úr La Magna frætta vit, at føroysku spælararnir og venjarin ætla sær at leggja alt tað, teir eiga, í fyri at vinna:

? Undir venjingini tykjast menn vera sera uppsettir. Teir vita, at íslendingar hava eitt gott lið her niðri, men spælararnir, venjarin og hinir í føroysku leguni eru samdir um, at nógv skal leggjast fyri. Higartil hevur tað ikki eydnast at vunnið at fingið javnleik í a?landsdysti ímóti Íslandi, síðani altjóði limaskapurin gjørdist veruleiki í 1988. Okkara menn hava verið tætt við meiri enn eina ferð, og eg hevði ikki verið kløkkur, um meiri spurdist burturúr her niðri, enn tað hevur gjørt undanfarnu ferðirnar.

Tað er Dánjal Andreasen, nevndarlimur í Fótbóltssambandinum og kappingarstjóri í vaksnamannadeildini, sum vit hava í telefonini. Hann er ferðaleiðari á ferðini til Spania. Tá vit tosaðu við hann í gjár, vandi landsliðið. Teir skuldu venja aftur í gjárkvøldið, og í dag skulu teir so aftur í eldin.

? Bæði føroyingarnir og finnlendingarnir vóru ov linligir mánadagin. Okkara menn høvdu ov fáar royndir ímóti málinum hjá mótstøðumonnunum. At finnlendingar skoraðu var spell, tí málið var í so bíligt, sigur Dánjal Andreasen.


Todi og Óli við aftur

Mánadagin sótu tveir av stuðulsspælarunum uttanfyri. Talan var um Toda Jónsson og Óla Johannesen. Todi hevði onkran trupulleika í rygginum, sum gjørdi, at hann ikki fekk vant og spælt fyrra partin av venjingarleguni, og Óli Johannesen var plágaður av bruna í einari tá.

? Todi hevur vant við fullari ferð mikudagin og hósdagin, so tað er einki at ivast í, at hann verður við ímóti Íslandi. Eg havi eisini skilt, at Óli Johannesen verður klárur at spæla.

Vit nevndu í fyrradagin, at Todi Jónsson hevði føðingardag henda dagin. Tá teir høvdu fingið døgurða hetta kvøldið ? vit frætta úr Spania, at teir búgva væl, og at maturin er góður ? fekk Todi eina føðingardagsgávu:

? Vit hava hildið, at skotini hjá honum hava ikki verið nóg góð á landsliðnum ta síðstu tíðina. Tí góvu vit honum ein revolvara, og so vóna vit, at tað fer at hilnast væl hjá honum í dag, sigur Dánjal Andreasen skemtandi.


Julian skaddur

Í dystinum ímóti Finnlandi noyddist Jákup á Borg at lata seg skifta út í 2. hálvleiki. Hann var so mikið illa skaddur í fótinum, at tað bar honum ikki til at halda fram. Síðani tá hevur hann ikki luttikið í venjingini, og vit frætta, at tað verður roknað við, at Jákup á Borg ikki fer at venja tær næstu tríggjar vikurnar.

Julian Johnsson er ein av týdningarmiklu og harvið sjálvskrivaðu stríðsmonnunum á føroyska miðvøllinum. Undir venjingini fyrrapartin í gjár fekk hann ein snudd í fótin:

? Tað sá ikki væl út. Vit hava ofta sæð, at ein spælari ikki er førur fyri at seta beinið til ein dag, og at hann síðani spælir við fullari ferð dagin eftir. Eg havi einki frætt frá læknanum og fysioterapeutunum, men tað hevði ikki undrað meg, um Julian Johnsson ikki verður førur fyri at spæla ímóti Íslandi, men nú fáa vit at síggja, er tað, sum Dánjal Andreasen hevði at siga á middegi í gjár.


Hava tapt hvørja ferð

Síðani altjóða limaskapurin hjá FSF gjørdist veruleiki, hava føroyingar og íslendingar hittst fimm ferðir í altjóða skrásettum landsdystum. Higartil hava íslendingar vunnið hvørja ferð, og málmunurin er 2?8. Føroysku málini vórðu skorað í 3?2 tapinum í Gundadali 8. august í 1990. Kurt Mørkøre skoraði fyrra málið, og Jan Dam skoraði tað seinna. Teir eru báðir við í Spania.

Síðsta ferðin Føroyar og Ísland spældu var á Tórsvølli 18. august í fjør. Ta ferðina var tað ikki so lítið órudduligt. Svenski dómarin vísti dygst undan steðginum John Petersen reyða kortið fyri hevnisøku, og Allan Mørkøre misnýtti eitt brotsspark ímóti liðfelaganum Birkiri Kristinsson. Ísland vann 1?0, og tað var Þórður Guðjónsson, sum skoraði málið.

Í 1997 vóru føroyingar yviri í Höfn og spældu í sambandi við eitt hundrað ára hátíðarhaldið hjá KSÍ. Ta ferðina vann Ísland 1?0. Málið skoraðu teir fimm minuttir eftir, at vanliga leiktíðin var farin. Føroyingar og ikki minst Allan Simonsen vóru sera harmir um, at tað ikki eydnaðist at varðveita javnleikin ta ferðina.