Todi vil geva sítt íkast til føroyskan fótbólt

(FM1) Fótbóltslegendan úr Klaksvík, Todi Jónsson vitjaði fótbóltspanelið á FM1 í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina fótbóltspanelið, ið var á FM1 seinnapartin. 

 

Gestur hjá Tróndi Arge var fótbóltslegendan úr Klaksvík, Todi Jónsson sum var stórleikari hjá FCK um aldarskiftið.

 

Fyrrverandi landsliðsspælarin fortaldi eisini um dystirnar móti Spania og Malta í undankappingini til HM 1998, nú Føroyar aftur eru í undankappingarbólki saman við Spania og Malta. Todi Jónsson heldur millum annað, at spælararnir á landsliðnum í dag eru betri fyri og eru betri skipaðir enn teir vóru, men hann heldur eisini, at knotur vóru í spælarum í hansara tíð á landsliðnum.

 

 

Klaksvíkingurin fortaldi eisini um DM-dystirnar millum FCK og Brøndby. Hann fortaldi eisini um støðuna, tá hann vegna skaða mátta sita uttanfyri, tá Sibusisu Zuma við saksasparki skoraði kanska besta málið í Superliguni nakrantíð.

 

 

Todi Jónsson sigur eisini, at hann er sinnaður at geva sítt íkast til føroyskan fótbólt, men at tað higartil ikki hevur givið nakað at seta seg í samband við Fótbóltssambandið.