Tølini hjá gestunum í Runavík eru ikki góð

07 Vestur verður seinnapartin gestur hjá NSÍ í fyrsta dysti í 9. umfari

Ein dystur verður í dag, og í morgin vera hinir fýra spældir. So verður fyrsti triðingur liðugur av ársins landskapping í fótbólti.

 

Klokkan 17.30 verður fyrsta bríksl við Løkina í Runavík, har NSÍ fær vitjan av 07 Vestur.

 

NSÍ er á triðja plássi við 16 stigum, og 07 Vestur er á áttanda plássi við seks stigum.

 

Síðani 07 Vestur sá dagsins ljós, hevur felagsliðið verið seks ferðir í Runavík og roynt seg, og vágamenn eiga framvegis til góða at vinna fyrsta stigið vestur aftur við sær.

 

Tættast við vóru teir í 2009, tá ið heimaliðið vann seinna dystir 1-0, og í 2013, tá ið heimaliðið vann 2-1, og størstu tapini higartil hava verið í 2009, tá ið heimaliðið vann fyrra dystin 9-0 og í 2018, tá ið heimaliðið vann seinna dystin 7-1.

 

Hjá 07 Vestur er Tór-Ingar Akselsen framvegis skaddur í økslini. Hjá NSÍ eru Búi Egilsson (vøddaskaði) og Jørgen Nielsen (beklað fótin) ikki tøkir.

 

NSÍ – 07 Vestur: Aron Sofus Vest kl. 17.30.

 

 

 

871027422
HB852128717
NSÍ8512181116
Víkingur843116715
B36834113813
EB/Streymur82248158
ÍF822412218
07 Vestur820611286
B68812510215
TB80175261