Kennist dagurin langur, og kundi tú hugsað tær at fingið vitjan? Leingist tær eftir onkrum at práta við?
- Vitjunartænastan er sjálvboðin og tann, sum kemur at vitja, er í minsta lagi 18 ár, hevur tíð og orku, er trúfastur á álítandi - og hevur tagnarskyldu.
Tað sigur Sjóvar kommuna, sum kunnar um vitjunartænastuna til pensjónistar, sum sita einsamøll heima við hús.
Men, hvat ger so ein vitjunarvinur? Jú, ein slíkur støkkur inn á gólvið, eitt nú triðju ella fjórðu hvørja viku. Viðkomandi hugnar sær saman við pensjónistinum, sum vitjaður verður.
- Tit fara kanska ein túr ella til okkurt tiltak saman.
Sjóvar kommuna vísir á, at er tað onkur, sum ynskir ein slíkan vitjunarvin, sum kemur inn á gólvið til eitt prát, kunnu fólk seta seg í samband við Janu K. Rasmusen á tlf. 232725 og frætta nærri um hetta.
Á heimasíðuni hjá kommununi - www.sjovarkommuna.fo - liggur eisini leinkja til kunningarfaldara um møguleikarnar fyri vitjunarvini.