Tóku pensjónina frá Óla Jacobsen

Hósdagin møtast Óli Jacobsen, fyrrverandi formaður í Føroya Fiskimannafelag, og umboð fyri Fiskimannafelagið í Føroya Rætti um stríð um pensjónina hjá fyrrverandi formanninum.

Hósdagin møtast Óli Jacobsen, fyrrverandi formaður í Føroya Fiskimannafelag, og umboð fyri Fiskimannafelagið í Føroya Rætti um stríð um pensjónina hjá fyrrverandi formanninum.

 

Í 36 ár var Óli Jacobsen formaður í Føroya Fiskimannafelag, frá 1971 til 2007. Tá hann fór frá sum formaður, eftir at hava tapt formansvalið til Jan Højgaard, hevði nevndin samtykt, at hann skuldi fáa eina hálva arbeiðsmannaløn sum eftirløn, tá hann gjørdist fólkapensjónistur. Tað fekk hann eisini, tá hann fylti 67 ár í 21. auguast í 2010.

 

Men einaferð tíðliga í árini komu eingir pengar á konto hjá Óla Jacobsen. Orsøkin var, fekk hann at vita, at Fiskimannafelagið hevði steðgað pensjónini, tí at Óli Jacobsen hevði verið illoyalur mótvegis felagnum. Tað skuldi vera, tí hann hevði hjálpt reiðarum í einum stríði ímóti Fiskimannafelagnum.

 

Hetta góðtekur Óli Jacobsen ikki, og tí hevur hann stevnt Føroya Fiskimannafelag eftir pensjónini.

 

Føroya Rættur hevur sett tveir dagar av til rættarmálið. Tað byrjar hósdagin klokkan 9:15 og heldur fram fríggjamorgunin.

 

Jógvan Elias Winther Poulsen er advokatur hjá Óla Jacobsen, meðan Páll Nielsen er advokatur hjá Fiskimannafelagnum.