Nýggjasta fløgan hjá Peturi Pólson ?Tokyó? hevur fingið so mikið góða undirtøku frá føroyingum, at hon liggur í millum mest seldu fløgur í Føroyum í løtuni. Við nýggju fløguni ?Tokyó? hevur Petur Pólson megnað at vunnið sær stóran tokka millum føroyingar. Hóast Petur er ein kendur tónleikari frammanundan, so hevur hann kortini ikki fingið so stóra undirtøku frá fjøldini áður.
-Eg havi gjørt nakað grundleggjandi øðrvísi við ?Tokyó?, nevniliga popptónleik, sum øll kunnu lurta eftir, sigur Petur Pólson.
Síðani fløgan koma á gøtuna, fyri einum góðum mánaði síðani, hevur hon selt ómetaliga væl, og liggur hon ímillum mest seldu fløgur í Føroyum í løtuni.
-Eg visti av, at fløgan var góð, men eg hevði tó ikki væntað, at hon fór at selja so mikið væl, sigur Petur Pólson.
Petur Pólson hevur verið nógv umbiðin síðani nýggja fløgan sá dagsins ljós, og í summar verður ikki øðrvísi. Hann skal nevniliga framføra á Vestanstevnu, á G! Festivalinum og á Asfalt.