Tolsemi eigur at kúga fremmandahatur

Vit mugu ikki lata fremmandhatur fáa fastatøkur á okkum, sigur løgmaður í løgmansrøðu síni.

Tað er gott og hóskandi at nevna hetta í røðuni eftir ræðuleikarnar í Noregi hin 22. juli.
Hetta eigur at minna okkum á, at tolsemi hevur víst seg at verða vørumerkið hjá myndugleikunum i teimum londum, sum í heimshøpi klára seg best fólkaræðisliga, vinnuliga og á vælferðarøkinum. Til samanberingar er manglandi tolsemi dominerandi í teimum londum, sum líða av kvinnukúgan, homofobi, analfabetismu og einaræði. Hesi virði mugu ongantíð sleppa at verða dominerandi á okkara leiðum. Eitt fólk við góðum traditiónum, siðvenjum og heimligum virðum í rygginum og við virðing fyri sær sjálvum hevur eisini styrki at bjóða fjølbroytni vælkomnum.
Styrkin í tolseminum er fyrst og fremst virðingin fyri medmenniskjum. Harafturat eigur tolsemi at siggjast sum partur av teimum fortreytum, sum skulu til, til tess at menna okkum figgjarliga, vinnuliga, og mentanarliga.