Tomasson verður klárur til landsdyst nr. 101

Danmark byrjar sína HM-undankapping á útivølli í ungarska høvuðsstaðnum, Budapest. Danmark hevur ikki spælt seg í seinastu endaspølini eftir, at liðið spældi seg í øll endaspølini millum 1996 og 2004. Tí er eitt ávíst trýst á Morten Olsen og hansara monnum at avgreiða arbeiðssetningin. Danmark hevur ein sera torføran útidyst ímóti Portugal mikukvøldið, og tí er tað sera týdningarmikið fyri danir at fáa fult ímóti Ungarn. Málverjin, Thomas Sørensen og Nicklas Bendtner hava ikki vant við í dag, og eru teir ivasamir til dystin leygarkvøldið. Tó kann Morten Olsen fegnast um, at toppskjúttin, Jon Dahl Tomasson er meldaður klárur aftur. Jon Dahl Tomasson hevur leikt 100 landsdystir fyri Danmark, og hevur hann skotið 51 mál í hesum 100 landsdystunum. Tomasson manglar bert 2 landsliðsmál, so er hann tíðarinnar besti málskjútti á danska landsliðnum. Poul ?Tist? Nielsen skeyt 52 mál fyri Danmark í tíðarskeiðnum 1910-1925. Nevnast má tó, at Poul ?Tist? Nielsen skeyt hesi 52 málini í bara 38 landsdystum. Spælir Tomasson, sum er av íslendskari ætt bara 5 landsdystir aftrat, so hevur hann spælt fleiri landsdystir, enn Morten Olsen og Michael Laudrup. Morten Olsen spældi 102 landsdystir, meðan Michael Laudrup spældi 104 landsdystir. Laudrup varð tó burtur frá danska landsliðnum í tíðarskeiðnum 1990-1993. Peter Schmeichel eigur danska metið við 129 landsdystum.