Toppdystur verður á Svangaskarði

ÍF verður gestur hjá toftamonnum seinnapartin, tá ið toppliðið úr Klaksvík skal spæla í Leirvík

Seinnapartin verður punktum sett fyri fyrsta triðingin av landskappingini í næstbestu deildini.

Níggjunda umfar er á skrá.

Higartil er tað bara eitt lið, sum ikki er farið av vøllinum uttan úrtøku. Oddaliðið KÍ fer tíðliga seinnapartin til Leirvíkar at hitta grannarnar í Víkingi, og tá fæst at síggja, um klaksvíkingar framvegis vera ósigraðir. Síðsta leygarkvøld vann KÍ 2-0 á heimavølli ímóti B68.

Í fjør vann Víkingur næstbestu deildina. Undan níggjunda umfari eru tað tólv stig frá Víkingi og fram til KÍ.

 

Í kappingini um at flyta upp er lyklauppgerð á Toftum, har tey halda várdagar. B68 er næstfremst, og ÍF er á triðja plássi – eitt stig aftanfyri toftamenn.

 

Í Hoyvík verður grannauppgerð, tá ið HB verður gestur hjá Giza Hoyvík. Giza Hoyvík hevur fimm stig og er á niðurflytingarplássi, og HB hevur eitt stig fleiri.

B71, sum hevur vunnið fýra tær seinastu ferðirnar – tríggjar ferðir í landskappingini og einaferð í steypakappingini – fær vitjan av Skála, sum síðsta leygardag vann 1-0 á heimavølli ímóti Giza Hoyvík.

 

Suðringar, sum síðsta leygardag spældu 2-2 á heimavølli ímóti Víkingi, fáa vitjan av NSÍ, sum saman við ÍF er á triðja plássi. Leygardagin endaði tað 1-1, tá ið hesi bæði – NSÍ og ÍF – hittust í Runavík.

 

Víkingur – KÍ: Rani A. Skaalum kl. 14.00

B68 – ÍF: Bjarki Danielsen kl. 15.00

Giza Hoyvík – HB: Rúni Olsen kl. 16.00

B71 – Skála: Johan Petur Michelsen kl. 15.00

Suðringar – NSÍ: Áron Sofus Vest kl. 14.00

 

871026622
B688602191218
ÍF852127917
NSÍ8521171017
B718404161812
Víkingur8314151610
HB820611116
Skála820611166
Giza Hoyvík81257145
Suðringar80268452