Toppdysturin er útsettur

1. DEILD: At spælarar eru upptiknir á U-21 landsliðnum er orsøkin til, at lyklauppgerðin um uppflyting ikki verður ídag

Skráin sigur, at tað í dag eru fýra dystir í næstbestu deildini.

Tann fyrsti er tann á Sandi, har B71 hevur vitjan av teimum næstbestu hjá B36. Har er hálvleiksstøðan 2-0 til B71. Tijani Mohammed skoraði stutt undan steðginum bæði málini.

B68 og 07 Vestur skuldu sambært skránni hittast á Svangaskarði, men tann dysturin verður ikki spældur ídag. Hann er útsettur. Orsøkin er tann, at spælarar í B68 og 07 Vestur eru upptiknir á U-21 landsliðnum.

Hóskvøldið tapti U-21 landsliðið 2-0 á heimavølli ímóti Spania, og týskvøldið verður dystur á Svangaskarði ímóti Montenegro.

Úr B68 er Andri Benjaminsen í U-21 landsliðshópinum, og úr 07 Vestur er Dann Fróðason í U-21 landsliðshópinum. Hvørgin teirra var á vøllinum í dystinum ímóti Spania.

Næstsíðsta fríggjakvøld vann 07 Vestur 2-0 á heimavølli ímóti B68. Sum tað sæst á støðutalvuni, so kann úrslitið í uppgerðini á Svangaskarð verða rættiliga avgerandi fyri, hvat av hesum liðunum heilt víst fer at flyta upp í bestu deildina.

Enn er tað ikki avgjørt, nær dysturin á Svangaskarði millum B68 og 07 Vestur verður spældur.

 

Í dag

KÍ – NSÍ: Jákup Ø. Mohr kl. 18.30

B68 – 07 Vestur: útsettur

AB – FC Hoyvík: Heini Ziskason Viðoy kl. 14.00

B71 – B36: stephan Petursson kl.11.45

Mikukvøldið 7. oktober

Víkingur - HB 4-2

 

Víkingur211371522446
NSÍ221354703344
B68211047412834
07 Vestur20965352633
HB21939425530
B7121858453629
B3620749334125
217410374925
AB203413274513
FC Hoyvík212415267110