Toppdysturin verður á middegi

Uppgerðin í Klaksvík hevur stóran týdning í kappingini um FM í kvinnukappingini

Tríggir dystir í bestu kvinnudeildini í fótbólti verða spældir í dag. Tveir teirra vera í Gundadali: HB eigur heimavøll ímóti B68, og B36 eigur heimavøll ímóti ÍF/Víkingi.

Einasti dysturin á bygd er tann í Klaksvík, har KÍ á middegi fær vitjan av EBS/Skála.

Hetta eru liðini, sum kappast um at vinna FM. Eftir ellivu umfør hava bæði liðini 31 stig. KÍ er oddalið, tí málmunurin hjá teimum í Klaksvík er +53, meðan hann hjá teimum í EBS/Skála er +35.

 

Hóskvøldið eydnaðist tað KÍ við 2-1 sigri í Streymnesi at vinna seg í steypafinaluna.

Tá ið liðini 24. apríl hittust í landskappingardysti við Margáir, var úrslitið 3-3.

Tað eru fýra innanhýsis uppgerðir í landskappingini hjá kvinnum. 17. august spæla EBS/Skála og KÍ aftur við Margáir, og í síðsta umfari – leygardagin 8. oktober – verður síðsta innanhýsis uppgerðin millum toppliðini í Klaksvík.

 

KÍ-EBS/Skála: Arni Rasmussen kl. 12.30

HB-B68: Stephan Petursson kl. 12.30

B36-ÍF/Víkingur: Ottar í Funningsstovu kl. 14.00

 

Støðan undan tólvta umfari

KÍ 31 +53

EBS/Skála 31 +35

ÍF/Víkingur 13

B36 12

HB 9

B68 1